Útgávukonsert í Klæmintsgjógv

Hugtakandi og serstøk tónleikauppliving verður í Klæmintsgjógv, tá Norðlýsið og Yggdrasil skipa fyri Concerto de Grotto týsdagin 11. august.

Týsdagin 11. august spæla Heðin Ziska Davidsen Mikael og Kristian Blak útgávukonsert í Klæmintsgjógv. Spæld verða løg úr nýggju fløguni Seta hjá Yggdrasil.

 

Yggdrasil hevur júst sent fløguna Seta á marknaðin. Seta er eitt hugtakandi samstarv millum føroyska bólkin Yggdrasil og newzealendska tónleikaran og tónaskaldið Richard Nunns. Upptøkurnar av tónleikinum, ið tey kalla eksperimenterandi náttúrardjassur, fóru fram í fjør í Klæmintsgjógv á Hestoynni og í upptøkuhølinum hjá Jónas Bloch á Velbastað.

 

Tónleikaljóðførini eru ymisk slagverk, hetta verið seg ymiskar skeljar, goggur, steinar og ymsar floytur eftir mäoriskari siðvenju. Aldusuð, áartutl, vindur, steinskvatl eru millum náttúruljóðini, ið saman við føroysku tónunum frá einum væl spælandi Yggdrasil, skapa eitt serligt ljóð postkort ? Ein ljóðmynd av Føroyum við einum í sletti av mäoriskum tónum.

 

Norðlýsið siglir úr Vágsbotn kl. 13 týsdagin 11. august og vit verða aftur kl. 18. Atgongumerkið kunnu keypast á Kunningarstovuni ella umborð, tá skipið fer.