Trætan millum TG Verk og Landsverk hevur nú ført til, at aðrir arbeiðstakarar yvirtaka partar av byggingini av Glasi.
Í gjár boðaði TG Verk Landsverki frá, at byggifyritøkan ikki fer at gera arbeiðið við innilokan av bygninginum liðugt. Landsverk og TG Verk eru heldur ikki vorðin samd um, hvussu ávísir feilir og manglar skulu fáast í rættlag ella hvør eigur ábyrgdina av teimum.
Landsverk boðar í dag frá, at hetta er at meta sum avtalubrot, og tekur nú stig til at loysa út peningatrygdina á stívar 20 mió. krónur, sum TG Verk hevur veitt í sambandi við verkætlanina. Landsverk sigur, at peningurin fer til at rinda fyri arbeiðið hjá teimum arbeiðstakarum, ið nú fáa sum uppgávu at yvirtaka byggingina.
- Sum avtalað varð millum Landsverk og TG Verk, at betong og stálarbeiðið skuldi verða liðugt í mai í ár. Nú vit eru farin inn í september, er arbeiðið framvegis ikki liðugt, og nakað væl er eftir at gera. Tíðin gongur undan, og tí hevur Landsverk ikki møguleika at bíða longur eftir TG Verki. Aðrir arbeiðstakarar eru til reiðar at fara í gongd við tað, sum eftir er at gera, skrivar Landsverk.
- Hetta er sjálvandi ein óheppin støða. Vit hava givið høvuðsarbeiðstakaranum allar møguleikar at gjøgnumføra sín part av byggingini, men mugu bara staðfesta, at TG Verk ikki hevur megnað at hildið avtalurnar okkara millum, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.
Í gjár boðaði TG Verk so Landsverki frá, at arbeiðið við at inniloka bygningin steðgar við fimm daga freist.
- Vit hava tí tikið stig til at loysa út bankatrygdirnar hjá TG Verk, sum eru umleið 20 mió. krónur, so arbeiðið kann halda fram við øðrum arbeiðstakarum. Vit gera nú eina roynd at byrgja upp fyri teimum seinkingum, sum avtalubrotini hjá arbeiðstakarunum hava elvt til, sigur Ewald Kjølbro.
Landsverk fer alt fyri eitt undir at fáa endaligar avtalur í lag við tær byggifyritøkur, sum hava sagt seg vera sinnaðar at taka yvir.