Hóttarnir frá ES um revsitiltøk móti góvu leiðsluni í Varðin Pelagic á Tvøroyri útbyggingarætlanir.
Verða tiltøkini sett í verk, kann fyritøkan ikki líta á at kunna hava goymslu í øðrum londum.
- Tað er ov seint at fara at byggja goymslu, tá ið tiltøkini eru sett í verk, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðin Pelagic, sum tí hevur søkt kommuna um byggiloyvi.
Kommunan hevur tikið upp spurningin, um tað ikki hevði verið skilabetri at fylt meira út framman fyri Gamla Kongliga Handlinum og hjá T. F. Thomsen.
Henda ætlan skurraði í oyrunum á tveimum borgarum á Tvøroyri, og teir sendu tí Fornminnissavninum við avriti til Innlendismálaráðið og Umhvørvisstovuna eina fráboðan.
Kristian Holbæk Kristensen og Brandur Enni skrivaðu í brævinum, at teir bara høvdu frætt um ætlanina, sum teir mettu fór at gera óbótaligan skaða á friðaða økið og fer fullkomiliga at oyðileggja býarmyndina sum heild.
Fornminnissavnið bar skjótt at
Teir heittu í brævinum á fornminnissavni um at heita á kommununa um at steðga arbeiðinum við útfyllingini, til tekningar og byggiætlanir hava verið umrøddur og góðkendar av Føroya Fornminnissavni og øðrum byggi- og býarskipanarmyndugleika.
Fornminnissavnið legðist ikki á boðini, og í seinastu viku fór bræv til Tvøroyrar kommunu.
- Ein útfylling framman fyri bygningarnar fer at broyta munandi um umhvørvið og sostatt eisini virðið av friðingini. Fornminnissavnið metir seg tí at hava áhugamál at røkja í sambandi við eina tílíka ætlan, skrivar savnið, sum biðjur kommununa um nærri upplýsingar.
- Samstundis vilja vit biðja kommununa steðga við útfyllingini av havnabassenginum og at bíða við at taka avgerð um víðari uppfyllingar, til Fornminnismyndugleikarnir hava havt høvi at viðgera málið.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri sigur, at málið liggur í vinnu- og havnanevndini. Málið er so mikið nýtt, at eingin viðgerð hevur verið enn.
Sjálvur dugir hann ikki, at meira útfylling fær nakra ávirkan á friðaðu pakkhúsini.
- Men sjálvandi hava borgarar rætt til at gera vart við seg, og sjálvandi virða vit fornminnismyndugleikarnar. Hinvegin mugu vit hava í huga, hvussu stóran týdning virkið hevur ikki bara fyri Tvøroyrar kommunu men fyri alla oynna, sigur Kristin Michelsen.
Tað hevur ikki eydnast í dag at fáa viðmerking frá Føroya Fornminnissavni-