Útflutt laks fyri næstan 3 milliardir

Inn- og útflutningurin eru vaksin nógv fyrstu 10 mánaðirnar í ár í mun til í fjør

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár hevur vøruútflutningurin verið eina lítla milliard størri enn sama tíðarskeið í fjør. Tað upplýsir Hagstovan á heimasíðu sínari.

 

Um skip ikki verða íroknaði í útflutningin, hevur vøksturin verið 801 milliónir krónur. Samstundis er vøruinnflutningurin, skip ikki íroknaði, vaksin við 459 milliónum krónum.

 

Tað er ein stórur vøkstur í innflutningi av maskinum og amboðum, men eisini innan tilfari til byggivinnuna er stórur vøkstur, har vit hava innflutt fyri 528 milliónir, ið er 22% hægri enn í fjør.

 

Í útflutningi er tað serliga laksurin, ið hálar tølini upp eftir. Í tíðarskeiðinum jan-okt er útflutt fyri 2.95 milliardir krónur, ið er ein vøkstur á 32% ella 718 milliónir krónur.

 

Sí meira á heimasíðuni hjá Hagstovuni.