Útflutningurin vaksin 19% samanborið við í fjør

Útflutningurin fyrra hálvár í ár er vaksin 600 mió. kr. ella 19% samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

 

Virðið av útflutta alifiskinum er vaksið næstan hálva mia. í ár samanborið við fyrra hálvár í fjør. Tað er ein vøkstur á 38% í virði. Í nøgd er vøksturin 23%. Alifiskur er nú 46% av útflutninginum.

 

1. januar í ár kom nýggj vøruskrá í gildi, og nøkur fiskasløg sum fyrr vóru skrásett undir egnum navni, verða nú skrásett undir “Onnur fiskasløg”. Hetta ger at samanbering millum bólkar má gerast við fyrivarni tvørtur um ársmarkið 2015/16

 

Útflutningurin av uppsjóvarfiski er áleið tann sami í ár sum í fjør, sambært talvuni, men helst er ein partur av uppsjóvarfiskinum at finna í bólkinum “Annar fiskur”

 

Makrelútflutningurin er vaksin nógv í ár, úr 165 mió. kr upp í 311 mió. Hinvegin er útflutningurin av sild og svartkjafti minkaður eitt sindur.

 

Tað er minni útflutt av botnfiski, men eisini her kann okkurt verða flutt í bólkin annar fiskur. Av einstøku botnfiskasløgunum er minni útflutt av toski og upsa, meðan eitt sindur meir er útflutt av hýsu.

 

Kelda: Hagstova Føroya