Útflutningurin vaks við 14 prosentum

Nógv virksemi er í hesum døgum í Føroyum, og tað sæst eisini aftur í teimum nýggjast tølunum, ið Hagstova Føroyar hevur almannakunngjørt um innflutningin og útflutningin fyri fimm mánaðirnar í 2016. Talan er nevniliga um høgan vøkstur í bæði inn- og útflutningi.


Fyrstu fimm mánaðirnar vaks virðið á innflutninginum til Føroyar, tá skip ikki verða tald við, við 9 prosentum. Tað er serliga innflutningurin av maskinum og amboðum, ið er orsøkin til vøksturin.


Vøksturin er uppaftur størri, tá hugt verður eftir virðinum á útflutninginum sama tíðarskeið. Føroyski útflutningurin vaks við 14 prosentum. Tað er tó ymiskt hvussu tað hilnaðist hjá teimum ymisku vinnubólkunum. Tí meðan vøksturin var størstur innan alifisk, so var stór afturgongd í útflutninginum av uppsjóvarfiski, nevniliga 34 prosent.