Hóast føroyingar og bretar søguliga sæð hava havt sterk handilssambond, so hevur handilin millum londini verður minkandi síðstu árini. Innflutningurin stendur sum so í stað, meðan útflutningurin er minkaður við 40 prosentum síðstu árini.
- Út frá teimum hagtølum, ið vit hava, so hevur innflutningurin frá Bretlandi verið um 150-200 milliónir krónur um árið, og tað hevur hann verið síðani 2006, upplýsir Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Meðan innflutningurin hevur verið stabilur seinastu nógvu árini, so er talan um eina heilt aðra søgu, tá hugt verður eftir tølunum fyri útflutninginum.
- Síðan 2006 til 2015 er útflutningurin minkaður úr umleið 1 milliard krónur til 630 milliónir krónur. So virðið á útflutninginum er nærum minkað í helvt, sigur Marita Rasmussen.
Hóast útflutningurin av laksi sum heild hevur verið vaksandi seinastu árini, so er tað serliga útflutningurin av botnfiskinum, ið er orsøkin til stóru minkingina. Í 2006 útfluttu føroyingar fyri 695 milliónir krónur av
botnfiski, men útfluttu einans fyri 366 milliónir krónur av botnfiski í 2015.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Maritu Rasmussen um handilsliga sambandið við Bretland og ávirkanin fólkaatkvøðan um ES kann hava fyri tað í Vikuskiftis Sosialinum.