Fyrsta ársfjórðing var føroyski útflutningurin 400 milliónir krónur minni, enn hann var somu tíð í fjør. Samanlagt útfluttu Føroyar fyri 1,8 milliard krónur fyrsta ársfjórðing. Somu tíð í fjør var útflutningurin 2,2 milliardir.
Orsøkin til minkingina er serliga, at minni verður útflutt av uppsjóvarfiski. Útflutningurin av makreli og sild er nógv minkaður, meðan nakað meira er útflutt av svartkjafti.
Samanlagt er virðið á útflutninginum av uppsjóvarfiski farin niður í helvt. Fyrsta árfjórðing í fjør var útflutningurin av uppsjóvarfiski góðar 600 milliónir krónur, í ár var hann góðar 300 milliónir krónur.
Virðið á laksútflutninginum minkaði fyrsta árfjórðing við meira enn 100 milliónum krónum samanborið við somu tíð í fjør. Her er nøgdin vaksin, men virðið minkað.