Útflutningurin minkaður heili 17 prosent

Tað er næstan á øllum økjum, at innflutningurin er minkaður

Hetta seinasta árið, frá í mars í fjør til í februar í ár, útfluttu føroysk virki fyri góðar 7,9 milliardir. Men afturímóti tíðarskeiðnum frá mars í 2019 til februar í fjør, er talan um eina stóra afturgongd. Hetta seinasta árið er útflutningurin sostatt stívliga 1,6 milliardir, ella 17 prosent minni enn hann var teir 12 mánaðirnar frammanundan.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at frá mars í fjør til í februar í ár, var útflutningurin av fiskavørum 7,4 milliardir og tað eru 1,4 milliardir, ella 16 prosent minni enn árið frammanundan.

Hinvegin útfluttu vit 503,500 tons av fiskavørum frá í mars í fjør til í februar í ár og tað eru góð 5.500 tons minni enn frá mars í 2019 til í februar í ár. Sostatt er talan um eina minking upp á eitt prosent í nøgd og 16 prosent í virði, so prísurin hevur verið munandi lægri.

Útflutningurin av laksi var slakar 3,3 milliardir og tað eru 663 milliónir, ella 17 prosent, minni enn árið frammanundan. Frá mars í fjør til í februar í ár, var útflutningurin av laksi 62.200 tons, og tað eru fýra prosent minni enn árið frammanundan, so eisini laksaprísurin er munandi lækkaður.

Hetta seinasta árið hevur útflutningurin av toski verið 785 milliónir og tað eru næstan 350 milliónir, ella 31 prosent minni enn árið frammanundan men toskaprísurin hevur hildið sær, tí útflutningurin er eisini minkaður 31 prosent í nøgd. Frá mars í fjør til februar í ár, var útflutningurin av toski 19.700 tons.