Útflutningurin av upsa gevur turr gólv á føroysku fiskavirkjunum

Formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag, Andreas F. Hansen, fegnast um, at marknaðurin fyri frystum og saltaðum upsavørum er hampiliga góður í løtuni, og tí heldur hann, at grundarlagið hjá føroyskum fiskavirkjum at geva líkinda prís fyri upsan er hampiliga gott, soleiðis sum støðan er

Fiskivinna

Andreas F. Hansen, formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag, vísir á, at upsafiskiskapurin í ár hevur verið rættiliga góður, og hetta er ein orsøkin til, at so nógvur upsi er landaður uttanlands í ár.
Hann sigur, at vanliga eru prísirnir bestir um heystarnar, og soleiðis er eisini í ár.
- Um várið, tá ið úrtøkan í fiskinum er munandi minni, eru prísirnir oftast eisini hareftir, og soleiðis var eisini í vár, tá ið torført var at keypa og virka upsa við líkinda úrsliti.

Turr gólv
Formaðurin í ráfiskakeyparafelagnum ásannar, at landaðu nøgdirnar av upsa uttanlands eru rættiliga stórar, og hann ásannar eisini, at føroysku fiskavirkini seinastu nógvu mánaðirnar hava mangla upsa, sum hann tekur til.
Hann veit um fleiri virki, sum meira ella minni hava ligið í fiskaloysi, tí so nógvur upsi er farin av landinum, og hann nevnir eitt stutt tíðarskeið herfyri, tá ið heili túsund tons av upsa fóru av landinum í at kalla einum "rendi".
Andreas F. Hansen sigur, at tað serliga er franski marknaðurin, sum hevur keypt stórar nøgdir av upsa.
- Fransmenn fiska eisini upsa, men eisini hjá fiskimonnunum har hava prísirnir verið lágir. Tí eru menn givnir at fiska  ella hava lagt um til aðra veiði. Hetta hevur gjørt, at franski marknaðurin, sum er rættiliga stórur, hevur keypt nógvan feskan upsa úr øðrum londum og eisini úr Føroyum.
Hann vísir á, at franski marknaðurin vanliga er sjálvforsýnaður við upsa, men nú veiðan hjá fronskum fiskimonnum er minkað, vantar marknaðinum fisk.
Andreas veit eisini at siga, at fronsk upsaskip eisini fiska í Norðsjónum, og har hevur upsin verið uppaftur smærri enn fiskurin, sum fæst í føroyskum sjógvi.
- Annars er upsin betur til støddar nú, enn hann var fyrr í vár, og fiskurin er sum nevnt eisini nógv betur fyri hesa tíðina av árinum

Fekst og fryst
Onkur hevur nevnt, at minkaða veiðan av alaska pollock eisini hevur ávirkað upsamarknaðin í Evropu, men her vísir Andreas á, at vit mugu skilja ímillum feskfiskamarknaðin og frysta marknaðin  ella saltfiskamarknaðin.
- Minkaða veiðan eftir alaska pollock ávirkar ikki feskfiskamarknaðin í Evropu, men hon kann hava ávirkan á marknaðin á frystum og saltaðum fiskavørum, sigur hann.
Formaðurin í ráfiskakeyparafelagnum fegnast annars um, at marknaðurin fyri frystum og saltaðum upsavørum er hampiliga góður í løtuni, og tí heldur hann, at grundarlagið hjá føroyskum fiskavirkjum at geva líkinda prís fyri upsan er hampiliga gott, soleiðis sum støðan er.
- Lítil toskur er á marknaðinum í løtuni, nú toskafiskiskapurin er so nógv minkaður, og næstan ómøguligt er hjá føroyskum fiskavirkjum at kappast við bretska marknaðin um hýsuna, sigur Andreas F. Hansen, formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag og virkisleiðari á Sandoy Seafood.