Útflutningurin av fiski er minkaður eina hálva milliard

Tað eru serliga tveir vørubólkar, sum hava svikið

Teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár hevur føroyski útflutningurin av fiskavørum verið næstan eina hálva milliard minni enn enn hann var í sama tíðarskeiði í fjør. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Higartil í ár hevur útflutningurin verið slakar 4,6 milliardir, og sostatt er útflutningurin higartil í ár 10 prosent minni enn hann var í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað er serliga útflutningurin at toski og laksi, sum hevur svikið. Útflutningurin av toski var 540 milliónir frá januar til juli í ár og tað eru 180 milliónir, ella 25 prosent minni enn í ár. Útflutningurin av laksi hevur verið góðar tvær milliardir og tað eru 143 milliónir, og tað er ein minking upp á sjey prosent.

Útflutningurin er eisini minkaður í nøgd. Tilsamans hevur útflutningurin av fiski verið 225.200 tons og tað eru 35.800 tons minni enn í fjør, ella 14 prosent. Útflutningurin at toski var 13.100 tons og tað eru 29 prosent minni enn í fjør og útflutningurin av laksi er minakður átta prosent, ella niður í 33.130 tons.