Ein partur av gerandismyndini í havnalagnum í Oslo er bátarnir hjá Båtservice, ið sigla við ferðafólki. Felagið hevur 3 sightseeing bátar og 2 ferjur, umframt eitt seglskip og bussar.
Båtservice bjóðar nógvar ymiskar veitingar til ferðafólk, frá túrum við báti á firðinum til longri ferðir við bæði báti, bussi, ferjum og seglskipi. Millum túrarnar er Grand Cruise av Oslo, har tú í samfullar 7 tímar sleppir at uppliva fjørðin, býin, ymisk søvn og sleppur at royna ta tiltikna kalda rækjuborðið umborð á seglskipinum, ella Eitt kvøld á firðinum har tú í lítlum seglskipi siglur millum oyggjarnar í 3-4 tímar, meðan tú sleppur at njóta kalda rækjuborðið, ella bara tann stutta túrin í báti út til innaru oyggjarnar.
Felagið er 60 ár í ár og byrjaði sum bátaverksmiðja. Frá byrjanini var avgerð tikin um, at felagið skuldi vera sjónligt í havnalagnum, og keypti tí tveir sleipibátar, ið togaðu bátar á verksmiðjuna, til regattaðir o.a. Lønsemið í hesum var tó ikki nøktandi, og hetta virksemið var tí skjótt slept. Men fyri enn at vera sjónligt í umhvørvinum kring havnina, var neyðugt at finna aðra loysn. Tí varð avgjørt at fara undir at sigla við ferðafólki. Sleipibátarnir vóru tí skiftir út við meira hóskandi bátar, ið kundu nýtast til ferðafólkaflutning. Á heysti í 1947 byrjaði fyrsti báturin at sigla sokallaðar sightseeing túrar. Hóast fyrsti báturin einans tók 15 fólk, var hetta eitt sera væleydnað tiltak, ið alsamt er voksið sum árini eru fráliðin. Hetta hóast Oslo ikki hevur kanalir og annað, ið plagar at vera karmur um tílíka sigling í øðrum stórbýum.
Longu sama vetur var ein 28 fóts bátur keyptur og umbygdur til at taka 28 ferðafólk, og í 1949 bygdi felagið fyrsta serbygda bátin til sightseeing, hesin tók 40 ferðafólk. Við árunum hevur Båtservice bygt fleiri og størri bátar, og virksemið er alsamt voksið. Longu í 1954 hevði Båtservice bygt tríggjar bátar afturat, ið tóku 92, 93 og 100 ferðafólk hvør. Felagið fór eisini seinni undir at skipa fyri bussferðum. Bussferðirnar vóru av fyrstan tíð, fyri at hava okkurt at bjóða ferðafólki, tá veðrið ikki var til vildar til at fara í báti.
Båtservice byrjaði sum bátaverksmiðja og hetta arbeiðið røkir Båtservice enn, m.a. verða allir bátarnir, seglskipið og ferjurnar hildnar viðlíka av teirra egnu verksmiðju. Dentur verður lagdur á, at bátarnir altíð eru í so góðum standi sum til ber, tí hetta er teirra upprunaliga handverk, og nakað í Båtservice veruliga setur æru í.