Í gjár hevði U21 landsliðið ein frídag, eftir at liðið tapti fyri Noreg í triðja dystinum í HM endaspælinum í Algeria. Dagurin byrjaði við áhugaverdari útferð, har spælararnir fingu ávísar uppgávur, og seinni var ein løtt venjing.
Les eisini: Týskland er stórfavorittur
Útferðin var í høvðusstaðnum í Algeria, Algir. Við tveimum løgreglumotorsúkklum á odda fór bussinum við spælarunum ein túr runt í býnum. Ein áhugaverdur steðgur varð gjørdur við Maqam Echahid minnisvaran, sum sæst um allan høvðusstaðin.
Her greiddi ein lokalur frá hvussu tey her minnast frælsisstríðið, tá Algeria bleiv sjálvstøðugt land í 1962. Minnisvarin er gjørdur fyri tey áleið 1,5 milliónir fólkini, sum lótu lív í árunum rundan um loysingina frá Fraklandi.
Í bussinum var tónin lættari, har spælararnir høvdu eina soskallað “speed-dating”, har teir skuldu læra hvønn annan betri at kenna. Eisini fingu teir til til uppgávu at taka onkra stuttliga ella øðrvísi mynd.
Ingi besti svimjarin
Eftir eina hvíld høvdu spælararnir møguleikan at fara á venjingarmiðstøðina á gistingarhúsinum og síðani svimja. Spælararnir fingu greið boð um hvussu nógv teir kundi leggja fyri, tí teir tað er dystur aftur í dag og í morgin.
Í hylinum fingu U21 dreingirnir ein undir vengan frá hjálparvenjaranum. Ein fyri og annar eftir taptu teir fyri Inga Olsen, sum við avbera róligum og góðum svimjiteknikk var fyrstur í svimjihylinum.
Spælararnir hava sovið leingi í nátt og fyrireika seg nú til dystin í kvøld móti Týsklandi. Dysturin byrjar klokkan 18 og Rás2 sigur frá dystinum.