TF Holding skrivar í tíðindaskrivi, at peningastovnsvirksemi í samtakinum, EIK banki, hevði eitt avlop á kr. 35.5 milliónir og tað meta tey sum nøktandi. Rentulækkingar eru høvuðsorsøkin handan einum lægri nettoúrsliti.
Tryggingarvirksemi gekk betur enn væntað. Góðan gongdin og færri skaðar hihartil í 2016 í mun til 2015, merkja at tryggingarvirksemi hjá TF kastar av sær eitt avlop á kr. 14.4 millónir, í mun til eitt hall í fjør.
Harumframt hevði pensjónsparturin hjá felagnum, Betri pensjón, eisini eitt avlop á kr. 1.4 millión eftir skatt, sum samtakið metir sum nøktandi.
Súni Schwartz, stjóri, sigur, at tey eru væl nøgd við fyrra hálvár. Øll dótturfeløg geva yvirskot. Súni Schwartz væntar eitt gott ár í ár, har væntaða úrslitið fer at liggja 85 og 140 milliónir eftir skatt.