Bygging
Teymavirkið er farið undir at byggja nýggjan bygning á havnalagnum í Søldarfirði. Hetta er í fyrsta lagi ein framleiðslubygningur, sum verður út við 2000 fermetrar tilsamans.
Rúni Berg, stjóri á Teymavirkinum, sigur, at gólvvíddin í niðaru hæddini er 1500 fermetrar, og síðan verður gólv í einum triðingi av ovaru hæddini, soleiðis at samlaða gólvvíddin verður út við 2000 fermetrar tilsamans.
- Hetta verður í fyrsta lagið ein framleiðslubygningur, og tá ið bygningurin stendur liðugur við endan av hesum árinum, verður framleiðslan, sum í dag er í verandi bygningi, flutt inn til Søldarfjarðar, sigur hann.
EM-Ráðgeving hevur teknað, og tað er
TN-Bygging, sum stendur fyri arbeiðnum.
Rúni Berg sigur, at kostnaðurin av byggingini verður einar 7 mió krónur.