- Eg haldi, at mín listarligi hjálpari, Gudmund Hentze, yvirmetti meg, hugleiðir listamaðurin Janus Kamban í serstøkum portretti í Sosialinum í dag
Opinleiki, kurteisi og forvitni er tað fyrsta, sum kemur einum í huga, tá ein heilsar upp á listamannin og myndahøggaran Janus Kamban.
Soleiðis siga teir báðir Jóannes Dalsgaard og Hanus Kamban, ið hava verið á gátt og fingið eitt langt prát við Janus Kamban, nú hann fyllir 95 í morgin.
Serliga livandi er áhugin hjá Janusi Kamban fyri list, søgu og politikki. Greipaður saman, sum tað tykist, við einum líka so lítlum áhuga fyri at seta seg sjálvan og sína egnu list í relieff. Ein kundi næstan rópt tað lítillæti, skriva teir báðir.
Í serstaka portrettinum, sum er at lesa í Sosialinum í dag, minnist Janus Kamban millum annað aftur á, tá hann fór á listaskúla í Keypmannahavn bert 17 ára gamal.
- Tá ið eg hugsi um tað, fór eg alt ov tíðliga avstað. Og eg haldi, at mín mentor, Gudmund Hentze, yvirmetti meg, sigur hann.
Í prátinum verður eisini nomið við tilknýti hjá ymsum listafólkum í 1930 unum til politiskar flokkar. Í hesum sambandi varpar Kamban millum annað ljós á, hvussu tað bar til at, Mikines varð lokkaður upp í nazistaflokkin.
Í hesum viðfangi kemur prátið eisini inn á sambandi millum list og politikk? Her endurtekur Janus Kamban orðini hjá Harald Giersing:
- Politisk kunst er ikke godt, men al god kunst er politisk.
Janus nevnir í hesum sambandi, hvussu lítið innlit summir listfrøðingar vísa, tá teir brúka ástøðið í staðin fyri hjartað ella skilið.