Kvøldskúlin er um at rista ryktið, sum eitt tilboð fyri tey eldru, av sær. Hóast størsti aldursbólkurin enn eru fólk millum 40 og 59 ár, er nú hvør fjórði næmingur undir 20 ár, og nærum helminurin undir 40 ár.
Størsti bólkurin á Kvøldskúlanum er nú fólk í aldrinum 40-59 ár, sum telur ein triðing av næmingatalinum. Næststørsti bólkurin er ungdómar undir 19 ár. Fólk millum 20-39 ár eru eisini nógv í tali og umboða 22 prosent av næmingunum. Minsti bólkurin eru tey oman fyri 60 ár.
Á kvøldskúlanum gleðast tey um, at tey nú av álvara kunnu metast at bjóða skeið til allar borgarar í Havnini.
- Á Kvøldskúlanum bjóða vit fólki at taka av avbjóðingum. Vit bjóða teimum tilboð soleiðis, at einstaklingurin kann mennast. Allir aldursbólkar ynskja at læra nakað nýtt, og tí síggja vit eisini, at fólk í øllum aldri brúka tilboðini hjá Kvøldskúlanum, sigur Jógvan Sørin Hansen, stjóri á Kvøldskúlanum.
Aldursbýtið á Kvøldskúlanum veturin 2014/15
00 – 19 ár 670 (26%)
20 – 39 ár 562 (22%)
40 – 59 ár 861 (34%)
60 – 90 ár 462 (18%)









