Tað sigur Helgi L. Petersen, ið er í London við NSÍ liðnum, sum í kvøld skal í holt við størstu uppgávuna í søgu felagsins. Mótstøðan er Premier League liðið Fulham, sum endaði á einum áttinda plássi í fjør.
- Vit verða steðgaðir á gøtuni og fólk spyrja hvørjir vit eru og hvørji ørindini hjá okkum eru í London. Tey flestu kenna væl til fótbólt og tey vita eisini at Fulham skal spæla í kvøld. Tað er ikki hvønn dag at NSÍ er í London, so tey vita at vit eru her, sigur Helgi L. Petersen í skemti.
Fulham er helst størsta ítróttarliga uppgávan hjá NSÍ nakrantíð, men tað er ongin fjáltur á monnum.
- Tað er altíð spennandi at møta leikarum, sum tú sær spæla í sjónvarpinum til dagliga, men tað er ikki fjáltur á okkara leikarum. Heldur eru vit spentir upp á uppgávuna, sigur Helgi.
Fyrireikingarnar í London hava gingið væl og umstøðurnar eru góðar.
- Vit vandu í gjár á leikvøllinum hjá Fulham, Carven Cottage, og týsdagin vandu vit eisini í góðum umstøðum. Teppið á Carven Cottage er framúr, sigur Helgi um grasið á leikvøllinum.
Flestu leikararnir hjá Fulham eru væl kendir millum føroyingar. Nøvn sum Danny Murphy, Damien Duff og Bobby Zamora eru menn sum hava spælt á bæði landsliðnum og størri liðnum í Premier League..
- Flestu av okkum hyggja eftir enskum fótbólti og kenna tí til eginleikarnar hjá teimum flestu. Tað er óvist hvussu Fulham verlur at stilla upp í kvøld, men tað er greitt, at hetta eru menn á høgum stigi í fótbólti, ið vit skulu spæla ímóti, sigur Helgi um Fulham.
Einar T. Hansen, Mamuka og Abdul Razak Ismail eru ikki við á ferðini. Sum skilst, eru orsøkirnar til at hvørki Mamuka ella Ismail eru við, at tað er sera torført at fáa papírarbeiði hjá teimum upp á pláss. Tað er sum skilst eisini komið fyri fyrr, tá leikarar uttan fyri EU skulu spæla í Bretlandi.
Hetta merkir samstundis, at liðið í kvøld verður umskipað frá tí NSÍ liðnum, sum vit kenna frá landskappingini. Andras Gango verður í mál, meðan teir fýra aftastu verða helst, Jónhard Fredriksberg, Jens Joensen, Helgi L. Petersen og Petur Pauli Mikkelsen. Onkur av hesum má loysa Einar av á vinstra bakki.
Á miðvøllinum er lík til at Justinus R. Hansen, Jann Martin Mortensen, Debes Danielsen, Heðin á Lakjuni og Christian Høgni Jacobsen verða. Helst verður Justinus á verjukenda miðvøllinum, meðan Christian Høgni skal stuðla Klæminti Olsen, sum verður einsamallur framherji.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19:30. Tað ljóðar, at tað verður møguligt at síggja dystin á netinum, men tað kann kanska onkur gløggur lesari leggja eina leinkju til á viðmerkjara teiginum.
Fulham kom í finaluna í Europa League í kappingarárinum 2009/2010. Undir greinini er youtube brot frá gongdini tá.