Tey vilja sleppa við í valstríðið

Tey í Megd heita á fólk um at seta krossin við valevni sum taka umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek, í álvara

Ein av greiðu avbjóðingunum hjá kommununum er at gera bygningar, grøn øki og vegir, atkomulig fyri øll. Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd og tískil heitir hon nú alment á veljarar um at hava hetta í huganum, tá ið krossurin skal setast

Tey flestu valevnini eru «vanlig« fólk ið hava vanlig arbeiði afturat tí at tey eru bý- ella bygdaráðslimir. Tí hevur tað týdning at gera greitt, hvørjar batar, sum eiga at verða framdir á brekøkinum, sigur hon.

Hon sigur, at tað er ikki sjálvsagt, at valevnini vita tað og tí er tað neyðugt at fortelja teimum tað.

Tóra við Keldu heldur, at í roynd og veru eiga vit at seta politiskan lit hjá valevnunum til viks og heldur at hugsa um, hvussu eldhugað tey eru at fremja batar.

– Vit eiga at velja tey, ið ynskja at gera kommunurnar fyri øll, sigur forkvinnan í Megd.

Hon sigur, at tá ið hugsað verður um atkomuviðurskifti, verður hugsað um alt møguligt. Hugsað verður um samskiftim, vegir, friðað øki og fríøkir. Og hugsað verður um gøtur, vesi, bussar, arbeiðspláss, læknamiðstøðir og skúlar. Og hugsað verður samstundis eisini um matstovur, gistingarhús, handlar, spælipláss og aðrar bygningar, har almenningurin hevur atgongd.

Reglur um atkomuviðurskifti til bygningar eru í kunngerðini um bygningar, og kommunurnar eru byggivaldið, og tískil skulu tær góðkenna bygningar og tær skulu hava eftirlit at bygningurin lýkur treytirnar.

– Kommunurnar eiga eisini at hugsa um gomul hús, sum verða bygd um til matstovur, ella aðra almenna nýtslu, sigur forkvinnan í Megd og hon heitir á fólk um at velja tey, sum hugsa um hesi viðurskifti, sama hvønn politiskan lit tey hava.