Næsta ár er ein hálv øld síðan, at fólk á Oyrarbakka, Oyri, Norðskála og Svínáum mistu bygdavegin millum Oyrarbakka og Norðskála. Nú vilja tey hava vegin aftur.

Tey vilja hava bygdavegin aftur

- Eg varð sera væl móttikin í øllum húsum, og fólk søgdu seg fegnast um, at onkur nú tekur málið um farleiðina millum bygdirnar upp, sigur Ólajákup Kruse, sum hevur savnað nakrar hundrað undirskriftir.

 

Næsta ár er ein hálv øld síðan, at fólk á Oyrarbakka, Oyri, Norðskála og Svínáum mistu bygdavegin millum Oyrarbakka og Norðskála. Nú vilja tey hava vegin aftur.

Í 1973 kom brúgvin um Streymin, og síðan hon læt upp, hevur ein gongusmoga bundið økini saman. Hin farleiðin er landsvegurin, og síðan Norðskálatunnilin kom í 1976, hevur nógv og tung ferðsla gjørt tað trupult hjá fólki báðu megin landsvegin at ferðast ímillum bygdirnar, sum gamli koyrivegurin áður bant saman.

 

Fáur ivast í, at landsvegurin, sum í skjótt hálva øld hevur ligið ímillum Oyrarbakka og Norðskála, helst er eitt tað vandamiklasta vegastrekkið í landinum. 

Hetta sæst eisini aftur í fleiri álvarsligum ferðsluvanlukkum, sum tíverri eisini hava kravt mannalív. Men, enn er tíbetur eingin heil familja komin illa fyri á landsvegnum. 

 

Tey fyrstu árini, eftir at brúgvin og gongutunnilin komu, plagdu fólk av og á at koyra tann vegin millum bygdirnar, tí her kendu tey seg tryggari, men tá hetta ikki varð dámt, vórðu stabbar settir fyri. Síðan tá hava fólk í økinum bara havt landsvegin sum farleið millum bygdirnar.

 

Ein av teimum, sum hevur hildið, at trupulleikin við ferðsluni millum bygdirnar kann loysast á ein skilagóðan hátt, er Ólajákup Kruse á Oyrarbakka. Hann heldur, at ein vegur saktans kann byggjast undir landsvegnum, har gongusmogan er, og tá hevði hetta als ikki órógvað ferðsluna eftir landsvegnum annars.

Ólajákup Kruse hevur tí verið á gátt hjá fólki - heilt úr Svínáum og suður til Oyrar við einum brævi, har fólk hava havt høvi at skrivað undir. Endamálið við brævinum saman við undirskriftunum er ein áheitan á myndugleikarnar um at fáa bygdavegin aftur. 

 

Brævið saman við nøkrum hundrað undirskriftum varð herfyri handað landsstýrismanninum í samferðslumálum, Landsverki, Ráðnum fyri Ferðslutrygd og Sunda kommunu.

 

- Eg varð sera væl móttikin í øllum húsum, eg kom í, og fólk søgdu seg fegnast um, at onkur nú tekur hetta málið um farleiðina millum bygdirnar upp.

Tað sigur Ólajákup Kruse. Í brævinum verður í fyrsta lagi takkað fyri tað stóra og týdningarmikla tak í Føroya samferðslusøgu, tá brúgvin um Streymin gjørdist veruleiki og fá ár seinni eisini Norðskálatunnilin.

 

- Hetta økti samferðslumøguleikarnar í økinum munandi.

 

Men, við øllum hesum stóru og góðu frambrotum, var tað eitt, sum borgararnir í økinum mistu. 

- Vit mistu bygdavegin millum Oyrarbakka og Norðskála. Vegurin lá á leið, har gongutunnilin kom. Tað kom okkum, sum her búgva, sera dátt við, at bygdavegurin soleiðis bara bleiv kvettur av, og eingin nýggjur vegur kom ístaðin.

Í brævinum verður víst á, at gamli bygdavegurin gongur til gongutunnilin báðumegin, og sjálvandi vilja fólk, sum búgva í bygdunum báðu megin landsvegin, hava bygdavegin aftur - ongantíð ov skjótt.

- Vit hava nú skjótt í hálva øld verið noydd at brúkt ferðslumikla landsvegin, tá koyrast skal bygdanna millum. 

 

##med2##

Á brúgvavegnum er ferðin nógv, og vit eru sera ótrygg og troytt av at noyðast at koyra fleiri túrar tvørtur um landsvegin við okkara børnum til og úr skúla, vøggustovu og barnagarð, eins og til frítíðarítriv, handilsøki, lækna og mong onnur støð, ið koyrast skal dagliga. 

Í brævinum verður eisini víst á, at brúgvavegurin eigur allan ferðslurættin, báðar vegir. 

- Tí kann tað vera sera vandamikið og trupult hvønn mongun hjá eitt nú familjubilum at sleppa tvørtur um landsvegin, tá ferðslan er upp á tað mesta. Okkara borgarum, bæði yngri og eldri, dáma illa at koyra um landsvegin, tí her er bæði nógv ferðsla og høg ferð.

 

Tað, sum fólk báðu megin landsvegin - ella brúgvavegin - ynskja, er at fáa bygdavegin aftur.

- Í tolni hava vit nú í skjótt hálva øld vónað og væntað, at okkara samferðslumyndugleikar fóru at lata okkum fáa vegin aftur.

Í brævinum, sum Ólajákup Kruse hevur borið nevndu myndugleikum og stovnum, er eisini ein tekning viðheft, har víst verður á, hvussu hetta mál kann loysast í fullgóðan hátt. 

 

Her á leiðini, sum gongusmogan er, er teknaður ein tvísporaður bygdavegur við gonguteigi og súkklubreyt, sum gongur norður í eina rundkoyring niðan fyri handilsøkið við Norðskála og í eina aðra rundkoyring niðan fyri og nær Skúlanum við Streymin.

 

- Vónandi verður henda hjartaliga umbøn okkara veruleiki, áðrenn Brúgvin um Streymin fyllir 50 ár næsta ár, verður at enda sagt í brævinum til myndugleikar, kommunu og stovnar.

 

 

 

 

 

Næsta ár er ein hálv øld síðan, at fólk á Oyrarbakka, Oyri, Norðskála og Svínáum mistu bygdavegin millum Oyrarbakka og Norðskála. Nú vilja tey hava vegin aftur.

Her er Ólajákup Kruse á veg inn á løgmansskrivstovuna við undirskriftunum.