Sambært Soffi Egholm, kommunustýrislimur í Kvívík, gekk alt ikki fyri seg, sum tað átti, tá vallistarnir skuldu latast inn til kommunuvalið í Kvívík.
- Eg og ein annar gjørdu listan. Men hálvan tíma áðrenn listin skuldi inn, fekk eg av tilvild at vita, at listin var broyttur, soleiðis, at tað blivu til tveir listar. Tí var tað uppá eitt hangandi hár, at vit fingu okkara lista inn til tíðina, sigur Soffi Egholm.
Tórarinn Didriksen, Kommunustýrislimur, metir at tað veruliga var í seinastu løtu, at tey fingu listan inn.
- Høvdu vit fýra á listanum ikki av tilvild sitið í sama rúmi, so hevði ongin kjansur verið at náa at fáa listan inn. Tá vit fóru eftir stillarum, so var enntá onkur, ið stóð undir brúsuni og mátti skriva undir sum stillari í berum undirbuksum, greiðir Tórarin Didriksen frá.
Tummas Marni Joensen, valnevndarformaður, váttar, at ein listi er komin í seinastu løtu til hansara.
Seinkaðu arbeiðinum
- Høvdu vit alla tíðina vitað, at tað skuldu verið tveir listar, so hevði ongin trupulleiki verið, men at tey fáa okkum at halda, at tað er ein listi, fyri síðani at koma við einum øðrum lista, har vit ikki eru við, meti eg vera ótrúligt, sigur Soffi Egholm. Hon leggur afturat, at hon føldi tað á sær, at okkurt ikki ruggaði heilt rætt, men at hon hevði álit á, at vaksin fólk ikki fóru at gera tílík ting.
Hini vistu onki
Soffi Egholm greiðir eisini frá, at eitt valevni, ið var statt í Havn, Óli Hans Olsen, so seint sum klokkan 16:40, sum listin skuldi latast inn klokkan 18.00, tann 21. oktobur, ikki visti, at talan var um ein lista.
- Eg fekk at vita, at tað bara var ein listi. Eg haldi eg var seinastur at koma upp á listan, og eg fekk at vita, at Soffi Egholm eisini var á listanum. Hinvegin kannaði eg ikki listan, tá eg fekk hann í hondina, so tað kann gott vera, at eg ikki havi kannað støðuna nóg væl, tá eg skrivaði undir, sigur Óli Hans Olsen. Sum leggur afturat, at hann ikki hevði stilla upp. Um hann visti at Tórarin Didriksen - ið er av Válinum, á sama hátt sum Óli Hans Olsen - stillaði upp. Tí hann helt, at onkur mátti vera av Válinum, ið stillaði upp.
Onki var gali
Anni Isaksen, ið eisini var stillað upp til kommunuvalið, men á hinum listanum, dugir ikki at síggja, at nakað skeivt er farið fram.
- Um fólk siga, at tey ikki vóru klár yvir, at tað vóru tveir listar, so pella tey, sigur Anni Isaksen. Hon metir eisini, at hon skal lata Soffi Egholm siga sína søgu, og ikki siga ov nógv, tí fólk eru helst greið yvir, hvat er satt í málinum. Meira vil Anni Isaksen ikki siga, og vísir til Heina Holm, fyrrverandi borgarstjóra, sum eisini var stillari á tí listanum, sum Soffi Egholm ikki var á at enda.
Ein stillari breyt listan
Magnus Svarthamar, var eisini uppstillaður á listanum, har Soffi Egholm og Tórarinn Didriksen vóru á. hann metir alla hendingina vera keðiliga.
- Tað vóru 11 limir á einum felagslista, men so breyt Heini Holm listan, tí hann vildi ikki, at Tórarinn Didriksen kom á hann. Vit vóru í tíðarneyð, men kláraðu tíbetur at fáa listan inn til tíðina, sigur Magnus Svarthamar. Sum heldur tað vera skeivt, at ein ávísur stillari skal kunna forða fyri, at ein maður sleppur at stilla upp. Hann greiðir eisini frá, at hini fólkini á listanum, hann var á, fluttu lista, tí tey ikki kundu stuðla tí, ið gekk fyri seg.
Kæra send
Soffi Egholm hevur í samband við hesar hendingar, ið hon metir vera farnar fram, til kommunuvalið í Kvívik, sent Innlendismálaráðnum eina kæru, um alt, ið fór fram tann dagin, tí hon metir, at tingini, ið eru farin fram, eru ódemokratisk og ikki søma seg í einum rættarsamfelagið.
Fólk á listanum, har Heini Holm var stillari, hava eisini greitt frá, at felagslistin ikki var nakað, ið var ætlanin alla tíðina, men heldur nakað, ið skuldi koma, tí semja var um tað, og at tey ikki ordiliga vita, hvat síðani hendi. Tey greiða eisini frá, at Heini Holm hevði spurt tey, um tey vildu vera á einum lista, ið hann savnaði.
Roynt var at fáa fatur á Heina Holm líka til blaðið fór til prentingar, men tað var ógjørligt at røkka manninum.