Tey veruligu ofrini

? Risaavlop á skeivari konto

 

Jákup Fróði Djurhuus


Føroya Banki kunngerð eitt avlop uppá heilar 328 mió kr. Alt gott um tað. Fyritreytin fyri einum sunnnum samfelagi, er eitt trygt bankakervi.

Rokið um bankasamanleggingina, og sjónvarpssendingar í kilometurvís, eru so dyggiliga gjørdar til skammar við hesum metavlopum.

Tað er sjón fyri søgn.


7000 horvnir føringar

Ein bólkur av føringum er tó burturgloymdur. Tað eru tey 7000 fólkini, sum mistu bæði hús og heim orsaka av kreppuni. Tey sum máttu ríma av landinum ímóti sínum vilja.

Hesin bólkur er eisini burturtagdur í øllum fullveldiskjakinum. Fleiri av hesum, hava ongan livandi kjans at koma heimaftur at byrja eina nýggja tilveru.

Tey hava skuld uppá fleiri 100.000 kr hangandi eftir í føroyskum bankum

Gevið teimum møguleikan at venda heimaftur

Nevndin í Føroya Banka hevur samtykt, at 125 mió kr av hesum 328 mió skulu í Landskassan.

Har tað kann staðfestast, at fólk beinleiðis eru komin í óføri av kreppuni, hevði tað verið rímiligt, um ein partur av hesum risaavlopi, bleiv brúktur til at sanera hesi fólk við.

Nú má stundin vera komin til tey, sum mátti flyta av landinum, og sum ongan livandi kjans hava at venda heimaftur.

Vinnan er sum kunnugt sanera niður á nullpunktið.

Øll eru ósek, sambært grein 19 nevndini

Landstýri skuldi havt lætt við at tikið eina slíka avgerð.

Landskassin gevur risaavlop. Vinnan er sanera niður á nullpunktið.

Og sjálvsævisøgan um áttatiárini, sum teir skrivaðu um seg sjálvar, staðfestir, at ongin politikari ella einstaklingur kann ábyrgdast fyri tað, sum førdi til kreppuna.

So hví skulu hesi neyðars fólk ábyrgdast?