Tað hevur vundið nógv upp á seg fiska hummara til húsbrúk, at tað darvar teimum, sum hava tað til vinnuveg. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Og tað er eisini tí, at nú koma nýggjar reglur í gildið sum siga, at øll, sum fiska hummara, skulu hava loyvi til tað, eisini tey, sum fiska til húsbrúk.
Hummari er at fáa á nøkrum heilt ávísum leiðum, men tey, sum fiska hummaa til húsbrúk, skulu ikki geva veiðuna, og fyri hava eftirlit við, at veiðan eftir hummara er burðardygg, heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt, at øll veiðan verður eftir einum serligum loyvi, so at øll veiðan verður givin upp.
Tað er Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur spurt landsstýrismannin, hví tað nú bráfdliga skal eitt serligt loyvi til at fiska hummara til húsbrúk og hann spyr um hetta nú eisini fer at verða galdandi fyri øll onnur, sum fara í fjørðin at fáa sær eitt kók.
Jacob vestergaard ivast í um tað nakrantíð hevur verið ætlanin, at hvørsmansrætturin at fara í fjørðin at fáa sær eitt kók, skal vera óavmarkaður.
Og hann ivast eisini í, um tey nakrantíð hava hugsað um, at hvørsmansrætturin skulu vera galdandi í samband við fiskiskap eftir hummara.
Og í hesum føri heldur hann, at tað er rætt av avmarka hvørsmansrættin at fiska hummara, tí hann er bara at fáa á ávísum økjum, og tað eru eisini nøkur, ið hava tað sum vinnuveg.
Hvørsmansrætturin hevur snúð seg um annan fisk, eina mest tosk, har gamalt er, at øll kunnu fara á flot og fiska fyri at fáa mat á borðið, uttan at loyvi krevst til tess.
Og Jacob Vestergaard ger greitt, at hann hevur ongar ætlanir um at seta reglur í gildið fyri vanliga fisking, sum er til húsbrúk.











