- Á sosiala økinum verður einki gjørt. Í frægasta lagi er talan um politiska eldsløkking. Avleiðingin er, at tey, ið mest hava tørv á stuðli, eru harðast rakt, sigur Tjóðveldi Í yvirlýsingini, sum flokstingið hjá Tjóðveldinum samtykti í Skálavík seinnapartin í dag, tekur flokkurin fram nøkur ítøkilig mál, sum sitandi samgonga einki ger við.
- Fiskivinnupolitikkur er eingin ? og í mesta lagi er talan um partapolitiskar ásetingar og útgjarðingar. Stovnsrøktin er ikki til, og als ongi politisk átøk verða gjørd fyri at skapa karmar um eina meira effektiva fiskivinnu - eina vinnu, sum kann verða støðuga grundarlagið undir einum sjálvberandi búskapi og sjálvstøðugum stati.
Flokstingið vísir á, at innan umhvørvið verður heldur einki gjørt. Avleiðingin er, at CO2 útlátið í staðin fyri at lækka støðugt økist.
- Hetta ger, at føroyska samfelagið um fá ár rennur seg fast í hækkaðum útreiðslum til olju og vantandi uppfylling av altjóða treytum.
Á sosiala økinum hendur einki.
- Her verður einki gjørt, og í frægasta lagi er talan um politiska eldsløkking. Avleiðingin er, at tey, ið mest hava tørv á stuðli, verða harðast rakt av teirri kreppu sum herjar.
Og flokstingið heldur fram í sini yvirlýsing:
- Innan uttanríkisøkið verður onki gjørt. Úrslitið er, at tann sera átroðkandi spurningurin um støðu Føroya í tí evropiska samstarvinum enn einaferð er parkeraður í eini embætismannanevnd.
Flokstingið heldur eisini, at sitandi samgonga vísir ráðaloysi innan mentanarøkið.
- Avleiðingin er, at útlendska koloniseringin av føroyskari mentan ongantíð hevur verið so umfatandi sum nú, sigur Tjóðveldi í sínari yvirlýsing.