Tey valdu loysing í Haraldssundi

Í Haraldssundi, Koltri og Trøllanesi var 100% undirtøka fyri loysing á fólkaatkvøðuni hin 14. september. Hetta fór ikki aftur við borðinum, tá Høgni Hoydal helt sína formansrøðu á flokstingi í Haraldssundi leygarmorgunin

FLOKSTING

- Tá vit á fyrsta sinni halda floksting í Haraldssundi og á Kunoynni, er tað við stórari eyðmýkt mótvegis teirri sterku søgu og tí stóra magni, sum fólkið á hesari oyggj hevur skapað og givið okkum.
Tað segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, tá hann byrjaði røðu sína á flokstinginum í Haraldssundi.
- Vit verða bergtikin av hesi í miðal hægstu oyggj Føroya. Vit gerast hugdjørv og bilsin av tí lívi, sum er livað, og tí lívi, sum er mist ímillum hesi fjøll og tindar. Vit gerast errin av, at Kunoyggin av øllum oyggjum og plássum í Føroyum, hevur alið fram ta sterkastu frælsisstrembanina millum sítt fólk.
Hann vísti á, at á fólkaatkvøðuni hin 14. september 1946 atkvøddi Haraldssund 100% fyri loysing. Bert Koltur og Trøllanes megnaðu tað sama av øllum bygdum í Føroyum.
- Taka vit Kunoyar bygd, vóru 96% fyri loysing. Av øllum fólki, sum vóru á vali á Kunoynni, atkvøddu øll fyri loysing - uttan tvey, sum atkvøddu fyri stjórnaruppskotinum – og ein atkvøða varð ógildað. Úrslitið var 87-2. Eingin oyggj, ið hýsir fleiri bygdum, kann vísa á slíka undirtøku.
Í byrjanini av røðu síni segði Høgni Hoydal, at flokkurin er takksamur fyri stuðulin í hesari oyggj.
- Her bitu ikki ræðumyndir og sundurlyndi á. Tað ber helst til at siga um haraldssundsfólk, at í eini bygd, sum hevur ein tann ringasta sólargangin í Føroyum og liggur í myrkri stóran part av degnum og árinum - har sóu Haraldssundsfólk kortini ljósið, legði formaðurin í Tjóðveldi aftrat.