Tey ungu stríðast við strongd

Seinasta árið hava lestrarvegleiðararnir í Studentaskúlanum í Hoydølum havt úr at gera við at taka sær av næmingum, ið kenna seg strongdar og tunglyntar. – Fleiri av næmingunum hava ymsar trupulleikar at dragast við, og tí hava tey ikki orku og yvirskot til til skúlan og skúlating, sigur Annie Fjallsá, lestrarvegleiðari

Hvørja viku fær lestrarvegleiðingin í Studentaskúlanum í Hoydølum næmingar inn á skrivstovuna sum hava tørv á hjálp. Ikki bara fyri at spyrja um útbúgving, val av fakum ella øðrum í sambandi við skúlagongdina.
Seinasta árið hava lestrarvegleiðararnir í Hoydølum í størri mun enn áður upplivað, at næmingar venda sær til teirra, tí teir kenna seg strongdar og tunglyntar. Trupla sálarstøðan ger, at næmingarnir hava fráveru, gera ikki skúlating og lata ikki tær uppgávurnar inn, sum teir skulu.

Annie Fjallsá er ein av teimum fýra lestrarvegleiðarunum á Studentaskúlanum í Hoydølum, og hon sigur, at strong og tunglynti eru ein trupulleiki á skúlanum.

- Tað er blivið heilt vanligt, at næmingar á skúlanum koma til okkum lestrarvegleiðararnar, tí teir hava tað ikki gott og makta ikki tær uppgávurnar, sum teir skulu gera. Hesin trupulleikin er blivin alsamt vanligari, sigur Annie Fjallsá.

Ein ónd ringrás

Hóast meginparturin av næmingunum trívist væl og klárar seg væl, so gongst tað ikki øllum soleiðis. Tað eru fleiri ymsar orsøkir til, at fleiri ung á Studentaskúlanum í Hoydølum dragast við strongd og í summum førum eisini tunglyndi.

- Trupulleikin er fyrst og fremst tann, at tey eru afturúr við teimum kravdu innlatingunum, sum skulu gerast. Harafturat hava fleiri teirra eisini ov nógva fráveru, og hasi bæði tingini tilsamans gera, at tey kenna seg strongd, greiðir Annie Fjallsá frá og heldur fram:

- Orsøkirnar til, at tey ikki fáa gjørt skúlating, ikki møta til allar tímar og ikki gera neyðugu innlatingarnar eru fleiri. Fleiri hava frítíðarvirksemi, sum fer við nógvari tíð, og eisini kann arbeiðið fylla nógv hjá summum, og tey kunnu sjálvandi tískil kenna seg strongd í eitt styttri tíðarskeið. Men tað eru eisini tey, sum hava størri og álvarsamar trupulleikar, sum gera, at tey ikki kunnu passa skúlan, sum tey eiga, sigur Annie Fjallsá.

Álvarsomu trupulleikarnir sum føra til strongdina og tunglyndi hjá næmingunum eru eitt nú ov nógv alkohol heima við hús, hjúnarskilnaður og einsemi.

- Nú hava vit ikki hagtøl fyri, hvussu nógvir næmingar koma til okkara, tí teir eru strongdir og tunglyntir, men í hvussu so er einaferð um vikuna kemur onkur næmingur inn til okkum, tí viðkomandi kennir seg troyttan, er illa fyri og fær ikki hugsavnað seg um skúlan. Viðkomandi kennir tað sum eina ónda ringrás, tí tað ber ikki til at koma uppundan við uppgávunum á skúlanum, greiðir Annie Fjallsá frá.

Mugu til sálarfrøðing

Sambært lestrarvegleiðingini á Studentaskúlanum í Hoydølum er tað serliga ein orsøk, ið hevur gjørt seg galdandi seinasta árið, hvat næmingum við strongd og tunglyndi viðvíkur.

- Seinasta árið hevur skúlin verið rættiliga hart raktur av deyðsføllum. Fleiri ung eru deyð í ferðsluni og eisini hava deyðsføll orsakað av sjúku verið í fleiri familjum hjá okkara næmingum, og sjálvandi ávirkar tað teirra gerandisdag og skúlagongd, sigur Annie Fjallsá.

Fyri fýra árum síðani byrjaðu lestrarvegleiðararnir at síggja stóra tørvin á einum sálarfrøðingi til næmingarnar, sum av ymsum orsøkum vóru strongdir og í summum førum eisini tunglyntir, og valdu tí at gera nakað við trupulleikan.

- Vit valdu at fáa ein sálarfrøðing knýttan at skúlanum, og vit hava líka síðani bjóðað næmingum, sum hava tørv á tí, tvær ókeypis viðtalur hjá hesum sálarfrøðinginum, sigur Annie Fjallsá, sum vísir á, at tilboðið hevur verið nógv brúkt av næmingunum, sum onkursvegna hava tað tungt.

- Tað er avgjørt tørvur á einum slíkum sálarfrøðitilboði. Nú er tað blivi soleiðis, at næmingarnir eru rættiliga tilvitaðir um hetta tilboðið, og alsamt fleiri koma til okkum, har tey biðja um at sleppa til sálarfrøðingin, tí tey hava tørv á at tosa við ein persón, sum tey annars ikki hava nakað at gera við í gerandisdegnum, fortelur Annie Fjallsá.

Hon vísir á, at tey í lestrarvegleiðingini í fleiri ár hava sæð tørvin á einum sálarfrøðingi, sum er knýttur at skúlanum.

- Vit hava ikki ordiliga kunna víst teimum til nakran, men tað kunnu vit nú, tá vit hava gjørt hesa avtaluna, og hetta seinasta árið er sálarfrøðingurin rættiliga nógv brúktur, sigur Annie Fjallsá.













Duga ikki at handfara truplar støður

- Teir næmingarnir, ið verða vístir til mín, eru strongdir og tunglyntir, tí teir duga ikki at handfara onkra støðu, sum fyri teir er ógvuliga trupul. Tað sigur Helgi Rasmussen, sum er sálarfrøðingur á Studentaskúlanum í Hoydølum




Seinastu fýra árini hevur Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, verið knýttur at Studentaskúlanum í Hoydølum. Næmingar, sum hava tað trupult, kunnu fáa í boði at práta við Helga Rasmussen tvær ferðir ókeypis, men hareftir gjalda tey fyri viðtalurnar,um so er tørvur er á fleiri.

Sambært Helga Rasmussen ber ikki til at tekna eina ávísa mynd av næmingunum, ið koma til hansara.

- Her koma heilt vanligir næmingar. Her er onkur, sum altíð hevur klárað seg serliga væl í skúlanum, og her er eisini onkur, ið altíð hevur stríðst við skúlan, so tú kanst ikki siga, at hetta eru strebararnir, ið gera seg sjálvan strongdar, ella bara næmingar, sum hava tungt við at ganga í skúla, sigur Helgi Rasmussen og leggur afturat, at tað hevur verið ein yvirvág av næmingum í 2.g.

- Tað hevur ivaleyst nakað at gera við, at í 2.g hava næmingarnir serstakliga nógv at gera í mun til hini bæði árini. Harafturat er hatta eisini ofta tað árið, har tey byrja at gera sær nakrar lívsroyndir og spakuliga leysríva seg frá foreldrunum, greiðir Helgi Rasmussen frá.

Hava tørv á práti

Helgi Rasmussen sigur, at tað eru fleiri ymsar orsøkir til, at ein næmingur kann kenna seg strongdan.

- Eg plagi at siga, at tey hava rent seg inn í lívið onkursvegna. Tey uppliva nakrar støður fyri fyrstu ferð, og tí vita tey ikki, hvussu tey skulu handfara ta støðuna. Summi teir tora ikki ella hava ikki hug til at práta við foreldrini ella vinfólkini, men ístaðin ganga tey einsamøll við trupulleikanum, sigur Helgi Rasmussen, sum vísir á, at tað er ikki altíð, at trupulleikarnir eru so stórir – fyri tey vaksnu.

- Tað, sum kann virka heilt nattúrligt og kanska banalt fyri okkum vaksnu, tað kunnu tey ungu halda er ógvuliga álvarsamt, og tey duga als ikki at síggja seg útav tí. Tá hjálpir tað, at onkur vaksin lurtar eftir teimum og kann siga veitst tú hvat, tú ert púra normal, hatta hava vit øll upplivað, sigur Helgi Rasmussen.

Hann tekur tó undir við lestrarvegleiðaranum, Annie Fjallsá, um at skúlin hevur verið hart raktur av deyðsføllum serliga seinasta árið, og tað hevur eisini havt sína ávirkan á strongdar næmingar á skúlanum.

- Tíer tað ikki nakað løgið í, at fleiri næmingar dragast við strongd og tunglyndi. Tá slíkt hendir, so fyllir tað sjálvandi nógv, og sum tannáringur hevur tú kanska ikki upplivað slíkt áður og veitst tískil ikki, hvussu tú skalt arbeiða við sorgini og koma ígjøgnum hana. Tá hjálpir tað ofta at práta við ein vaksnan og seta orð á sínar kenslur, sigur Helgi Rasmussen.