Tey ungu skipa fyri leiki

?Kennir tú Margar? er heitið á nýggja leikinum, sum tey ungu í Margarinfabrikkini hava tikið stig til. Hetta er tann størsta verkætlanin, sum Margarinfabrikkin hevur tikið stig til, og endamálið er at seta fokus á kenslur og ungdómslív, samstundis sum tey ungu veruliga fáa víst sínar listaligu gávur.

 

Umleið 50 ung úr allari Havnini hava í vetur skrivað tekst og tónleik og vant sjónleik og dans til leikin. Tey standa eisini sjálvi fyri búnum, palli og marknaðarføring.

 

Evnini, sum tey ungu hava valt at lýsa við ymisku listagreinunum eru:

 

Forelskilsi - Hjartasorg - Yvirstremban - Hjúnaðarskilnaður - Keðsemi - Bólkurin

mótvegis tí einstaka

 

Leygarkvøldið 7. Mai verður frumframførsla av hesum leikinum. Tiltakið verður í Perluni og byrjar kl. 20.00.

Hetta upplýsir Margarinfabrikkin í dag.