Mánadagin byrjaði Jákup Andrias Joensen í starvinum sum leiðari fyri Húsið í Klaksvík, og hann fekk sera góða móttøku.
Tey ungu komu og tóku í hondina á honum fyri at ynskja honum vælkomnum. Hann fekk eisini blómur frá starvsfólkunum og frá Margarinfabrikkini í Havn.
Jógvan Andrias Joensen hevur longu gjørt sær nakrar tankar um virksemið í Húsinum, og hvønn leiklut tað hevur.
- Tað er ómetaliga gott, at kommunan hevur lagt hetta frítíðarvirksemið fyri børn og ung til rættis, tí Húsið rakar ein bólk, sum ikki er so virkin í ítrótti og øðrum skipaðum virksemi, og tað forðar fyri, at ung bara rekast fyri vág og vind í frítíðini, sigur Jógvan Andrias Joensen.
Húsið hevur havt eitt ungdómsráð, men av eini ella aðrari orsøk var trupult at fáa tað at virka.
Fyrireiking til vaksna lívið
Nýggi leiðarin hevur hug at taka tann táttin uppaftur.
- Ungdómurin eigur at hava eitt talirør fyri at verða hoyrd og kann harvið tilogna sær ein part av samfelagskøkuni, sigur Jógvan Andrias Joensen.
Hann heldur tað eisini vera týdningarmikið, at tey ungu læra demokratisku spælireglurnar um uppstilling , val og innkalling til fundar, tí tað er ein partur av fyrireikingini til vaksna lívið, at fara frá leiki til list.
- ST hevur satðfest, at børn og ung hava rættindi. Hesum mugu vaksin geva ans og ikki bara tosa yvir høvdið á børnum og ungum, sigur Jógvan Andrias Joensen, sum sjálvur eigur børn í Húsa-aldi.
Samstarv við onnur
Hann er spentur uppá at fara inn í ymist samstarv í nærumhvørvinum, eitt nú SSP, og hann vil fegin hava skipað samstarv við skúlarnar. Tey ungu ganga í skúla, og tí kundi hóskandi verið at havt val har til eitt ungdómskommunustýri.
Aðrastaðni hava tey ungdómskommunustýri, og tað er ein góður máti at lata ungdómin koma til orðanna, sigur leiðarin.
Hann heldur, at tað skuldi borið til at bygt upp eitt netverk rundan um Húsið. Umstøðurnar eru rímiliga góðar, og Húsið hevur bæði upptøkuhøli og fotohøli. Tá ið okkurt er, kundu køn fólk verið komið inn at luttikið.
Jógvan Andrias Joensen hevur eisini nakrar tankar um skipað samstarv í Klaksvík við onnur ungdómshús í Føroyum.
Í næstum skal hann í øðrum ørindum til Danmarkar, og tá fer hann at nýta høvi at vitja nøkur donsk ungdómshús fyri at fáa at vita, hvussu tey virka.