Tey ungu í Framsókn eru skuffað í dag

At Hanna Jensen og Sólvit. E. Nolsøe atkvøddu ímóti uppskotinum um fría fosturtøku í gjár, kemu óvart á ungmannafelagið Framsøkin Ung.

– Tað harmar okkum serstakliga nógv, at tveir av trimum tinglimum hjá Framsókn valdu at atkvøða ímóti uppskotinum um at geva føroyskum kvinnum kropsligt sjálvræði.

 

Soleiðis siga tey úr ungmannafelagnum hjá Framsókn, Framsøkin Ung, í einari skrivligari fráboðan seinnapartin í dag. 

 

Tinglimirnir Hanna Jensen og Sólvit. E. Nolsøe atkvøddu ímóti uppskotinum, sum landsstýrismaður teirra Bjarni Kárason Petersen legði fram, og sum forkvinna teirra Ruth Vang eisini tók undir við.

 

– Framsókn er ein liberalur flokkur, og persónliga frælsið er ein grundsteinur undir flokkinum. Tað eigur tí at vera ein sjálvfylgja, at politisku umboð floksins virða hetta grundarlagið. Framsókn hevur áður verið einasti flokkur, sum meldaði út, at flokkurin var savnaður um at ganga inn fyri fríari fosturtøku, men til atkvøðugreiðsluna í gjár var bert ein flokkur, har atkvøðurnar vóru samlaðar fyri uppskotinum, og tað var ikki Framsókn, skrivar ungmannafelagið.

 

Framsøkin Ung vilja, at avgerðin um fosturtøkuna skal liggja hjá kvinnuni.

 

– Nú er týdningarmikið, at vit ikki fella í fátt. Hetta er ikki endin á stríðnum. Føroyskar kvinnur hava uppiborið eina virðiliga og trygga tilgongd, tá ið teimum tørvar fosturtøku, siga tey framsøknu ungu.

 

Framsøkin Ung eru ikki tey einastu í baklandinum hjá flokkinum, ið harmast um útfallið í gjár. Eisini Poul Michelsen, ið stovnaði flokkin, er vónbrotin hevur hann sagt við Frihedsbrevet.