Sambært Katrini H. Petersen, skrivara í Ungmannafelagnum Samband, eru tey ungu í dag líkasæl og ábyrgdarleys. - Vit ungu eru ov líkasæl og ábyrgdarleys. Vit eru líkasæl, tí tað eru alt ov fá, sum luttaka í politiska lívinum, og vit eru ábyrgdarleys, tí vit síggja, at alt ov nógv ung fara yvir til Tjóðveldi.
Soleiðis sigur Katrin H. Petersen, skrivari í Ungmannafelagnum Samband, á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum.
Hon metir, at tey ungu, sum hugsa um Tjóðveldi eru ov ábyrgdarleys, tí tey hugsa ikki um børnini hjá sær og foreldrini hjá sær.
Hinvegin sigur Katrin H. Petersen, at tey í Ungmannafelagnum Samband, hava verið ov lítið aktiv.
- Vit royna nú, saman við hinum ungmannafeløgunum at skipa fyri tiltøkum, og tað er okkara fremsta mál beint nú. Vit skulu vera meira sjónlig, sigur Katrin H. Petersen.
Hon leggur tó afturat, at Ungmannafelagið Samband, ikki beinleiðis hava tørv á hjálp frá ovaru leiðsluni í flokkinum, tí tey eiga at klára tað mesta sjálvi.
- Men vit kundu hugsað okkum eitt tættari samband við tingbólkin, og vit vilja fegin, at tingmanningin spyr ungmannafelagið, hvat vit halda, sigur Katrin H. Petersen.