Talv
Tað er sum tað plagar. Kasparov og Kramnik eru á odda, meðan hinir ikki megna at fylgja við í Astana, Kasaksthan.
Umframt tey tvey K´ini luttaka eisini superstórmeistararnir Alexander Morozevich, Alexei Shirov og Boris Gelfand. Lokali Darmen Sadvakasov er eisini sloppin í part.
Støðan eftir 6. umfar
Kasparov 4,5 stig
Kramnik 4,5
Gelfand 3,5
Shrirov 2,5
Morozevich 2
Sadvakasov 1
Hesir seks eru nú í gongd við seinnu helvt av kappingini, teir telva nevnliga dupultumfar sum gevur tíggju umfør.
Oddamennirnir byrjaðu eins væl, høvdu eftir trimum talvum báðir hálvtriðja stig, og møttust yvir talvborðið í fjórða umfari. Sera nógv varð tosað um hetta talv, hetta avgerandi talv. Kasparov hevði svarta fólkið og leikti Grunfeld byrjanina, sum hann annars tapti við júst ímóti Kramnik í HM dysti teirra í oktober. Talvið vardi stutt, men tó varð skjótt komið út í endatalvið har Kramnik hevði lítlan fyrimun, men bispapar Kasparovs bjargaði honum hálva stigið.
Kramnik vann lættliga á Morozevich í fimta umfari, meðan hann mátti taka til takkar við javnleiki ímóti Gelfand í sætta umfari. Kramnik hevur víst gott spæl og góðan teknikk, serliga í endatalvinum.
Kasparov fekk ikki sín vilja í fimta umfarinum, tá hann sera óvæntað leikti javnt ímóti tí lokala manninum Sadvakasov, sum hevur styristalið 2585. Kasparov hevði hvíta fólkið, men fekk ikki avviklað fyrimunin í miðspælinum til sín vinning. Í sætta umfari vann hann tó aftur, hesaferð enn einaferð á Shirov, sum enn ikki hevur megnað at vunnið á Kasparov. Shirov bardi seg til nærum javna støðu, men fall beint í eina heldur einfalda mátfellu. Talvið er við í blaðnum í dag.
Boris Gelfand, upprunaliga úr Hvítarusslandi, men sum nú umboðar Ísrael, hevur leikt sera væl. Hann tapti fyrsta umfar ímóti Kramnik, men hevur reist seg av álvara, og tykist at verða tann einasti sum kann hótta teir fremstu. Hann vann eitt gott talv á Morozevich, sum ikki hevur havt eydnuna við sær. Morozevich tapti fýra talv á rað, men vann í sætta umfari á øðrum sinni á Sadvakasov.
Shirov hevur ikki leikt eins væl sum hann plagar. Enn kann hann tó bjarga kappingini. Sadvakasov fekk ringa byrjan við ongum stigi eftir triðja umfari, men við sínum javnleikum í fjórða og fimta umfari ímóti Shirov og Kasparov er hann væl á veg.
Endabrak
Tað verður allarhelst Kasparov ella Kramnik sum vinna hesa kapping. Fýra umfør resta í, og ringt er at siga hvør er favorittur at enda ovastur. Helst er størri kjansur at teir býta fyrsta pláss millum sín, enn at ein teirra kemur einsamallur á mál.
Møguliga hevur Kasparov besta møguleikan eftirsum hann hevur hvítt ímóti Kramnik í sonnum toppbraki í tíggjunda og seinasta umfarinum. Kramnik hevur tó serliga gott tak á Kasparov við svarta fólkinum, hann tapir nevnliga ikki. Hetta seinasta talv verður avgerandi, og fara tá øll heimsins talveygu at eygleiða júst hesum talvinum, sum verður víst beinleiðis á www.kasparovchess.com og astana.fide.com Kappingin endar 1. juni.
Kongurin á veg
Nú nærkast av álvara. Kasparov er á veg til Føroyar frá 8-12. juni, og so er hann eisini væl fyrireikaður. Hann fer sum kunnugt at leika simultandyst ímóti seks av okkara fremstu telvarum, og hevur hann tá studerað talvini hjá okkara landsliðstelvarum. Flóvin Tór Næs hevur givið avboð til dystin, hann fer til Svøriki at telva eina IM-kapping, men maður kemur í mans stað og verður hesin Ólavur Simonsen.
Fullfíggjaða skráin hesar dagarnar tá Kasparov er í Føroyum, verður at síggja í blaðnum í komandi viku.