Tey trý frælsini skulu bera Framsókn á ting

Framsókn legði í dag fram valskránna til løgtingsvalið.

Við yvirskriftini Eitt tíðarhóskandi samfelag legði Framsókn í dag fram valskránna til komandi løgtingsval. Boðskapurin var tann sami, ið flokkurin hevur ført fram síðani stovnanina, nevniliga at tey trý frælsini skulu tryggja eitt gott samfelag fyri øll at liva og virka í.


Tað fyrsta frælsi, og tað, ið liggur til grund fyri øll hini, er tað persónliga frælsið.


Poul Michelsen, ið einsamallur hevði orðið á fundinum, gjørdi púra greitt, at tíðin er komin at tryggja øllum føroyingum somu rættindi. Tað merkir at flokkurin ynskir at beina burtur óneyðugar forðingar og forboð, ið ein meiriluti ella minniluti hava ásett øðrum at liva eftir.


Serliga varð dentur lagdur á, at flokkurin ynskir, at øll skulu hava rætt at velja sín egna lívsmaka, og at øl og vín skal út í handlarnar.


Tað persónliga frælsið skal liggja til grund fyri seinna frælsið, ið er tað vinnuliga.


Framsókn ynskir eitt meira frælst og privat vinnulív. Tað inniber millum annað, at tað almenna avmarkar sín leiklut í vinnuni, at fleiri vinnur skulu setast á stovn, at fiskivinnan verður liberaliserað eftir einum skipaðum leisti og rikin eftir marknaðartreytum.


Poul Michelsen ásannaði tó, at eitt privat monopol er verri enn eitt alment monopol, og tí ynskir flokkurin ikki, at privatisera fyritøkur, ið hava eina monopolstøðu. Tað merkir millum annað, at flokkurin ongar ætlanir hevur um at privatisera føroyska tjóðarflogfelagið Atlantic Airways.


Seinasta frælsið á skránni í morgun var tað Tjóðskaparliga frælsið.


Ongin ivi var um í morgun, at Framsókn er ein fullveldisflokkur. Dentur varð lagdur á, at tað er í strembanini at standa á egnum beinum, at Føroyar fáa størsta framburðin.


Heilt ítøkiliga merkir tað, at flokkurin ynskir at virka fyri, at ein grundlóg ella nýggj stjórnarskipan verður gjørd fyri føroysku tjóðina, ið staðfestir, at tað eru føroyingar, ið ráða í Føroyum. Harumframt hevur flokkurin sum mál at endurstovna uttanríkisráðið, ið skal røkja føroysk áhugamál.