Møguleiki er fyri, at okkara leiðslur, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, embætisfólk og ávísir politikarar hava lært nakað av søguni, sum mangan hevur verið óheppin og hevur verið við til at niðurbróta heldur enn til at byggja upp.
Ofta verður sagt: “Søgan endurtekur seg, men vit læra ikki av henni”. Hyggja vit at henni, so er hetta ikki so einfalt, tí mangar ábøtur og mong átøk ídag henda júst tí, “vit lærdu av søguni”.
Í fjølmiðlunum havi eg sum leikmaður og fyrrverandi politikari og eisini sitið í sjúkrahússtýrinum og formaður har áravís, loyvt mær at komið við fimm innleggum, sum hava snúð seg m.a. um tað serliga hjá okkum: “Føroysku sjúkrahúsviðurskiftini hjá avbyrgdum 50.000 íbúgvum (I)”, sum krevja ein vælumhugsaðan bygna, sum hóvar landinum. Landið er lítið, tí skal ein vælumhugsað ótraditionel og serstøk tillaging til.
Í grein II varð víst til: “Tey trý sjúkrahúsini og tænastan og fjarstøðan”, har m.a. dømi varð tikið frá Norðurjútlandi, har – hóast bert var 30 km ímillum sjúkrahúsini – at tey skuldu verða varðveitt til ávísar sergreinir og viðgerðir. “ Í Føroyum hava røddir verið frammi at niðurleggja tey smærru. Øll trý eru smá! Tað ber ikki til hjá læknum, politikarum og embætisfólki at fyrigykla fólki nakað, sum er óveruligt – ella ikki er”.
Hóast sentralisering vanta næstan hávlvthundrað læknar
Grein III fekk heitið: “Tey trý sjúkrahúsini og tilvildin”, har tikið varð afturíaftur: “Læknar undir trýsti” og “læknatrotið liggur sum ein bumba undir Landssjúkrahúsinum”. Eisini varð víst til orðini hjá Cato, sum eru analog við tað, sum læknar á Landssjúkrahúsinum, ávís embætisfólk og onkrir politikarar hava framhildið: “Annars halda vit, at tey smærru sjúkrahúsini eiga at verða løgd í oyði”. – Hetta varð sagt, tí Landssjúkrahúsið ikki fekst rikið við nóg góðum skili. Altso fokus varð flutt. – Støðan er – sæð yvirorðnað í dagsins veruleika – ikki so nógv øðrvísið enn fyri 30 árum síðani.
Ídag sigst vanta 47 læknar hóast eina dygga sentralisering til Landssjúkrahúsið, og enntá eru fleiri av læknunum farnir ella um at fara frá við eftirløn – altso umleið javngamlir við meg. – Hetta er eitt av ómildu og harmiligu úrslitunum.
So varð lagt til brots við umrøðuni “Føroyar og stríðið um tey trý smáu sjúkrahúsini” (IV). Hesin táttur viðgjørdi stutt: “....Stríðið á sjúkrahúsøkinum hevur uttan iva stóran leiklut í, at læknar ikki søkja til Føroya, tí hvør fer at søkja til eitt øki – eina fyritøku – har ringur trivnaður er millum fólkið á fyritøkuni...”.
Fótonglar lagdir heldur enn at skorða undir
Víðari varð nevnt um tá fótonglar frá Landssjúkrahúsinum vórðu lagdir fyri fullkomiliga nýskapan innan føroyska sjúkrahúsverkið nevniliga eina skapan, menning og útbygging av ortopediskum viðgerðum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum ikki var í Føroyum – heldur ikki á Landssjúkrahúsinum.
Hóast allan hendan mótburð bæði frá læknum á Landssjúkrahúsinum, embætisfólki og ávísum politikarum, gjørdist hetta ein sólskinssøga í ártíggjur fyri Føroya land. – Lat hetta vera nóg mikið í hesum viðfangi, hvat sjálvt hesum máli viðvíkir, tí hetta er ein áhugaverd søga fyri seg!
Í míni fimtu grein varð heitið: “Stríðið um tey trý sjúkrahúsini kostaði samstarv, trivna og økti strongdina (V)” Umrøtt varð stutt um: “Tá ónda rásin fær fótafestið og um at tað kostar gylt á botnlinjuni, tá samstarvið hevur rent seg upp í ein krók, sum illa slepst burturúr og kostnaðurin bæði peningaliga og heilsuliga fyri føroyska borgaran, gerst ov høgur”.
Samstarv er disciplin sum skal venjast tilvitað
Eftir hópin av ráðstevnum og álitum gjørd í mong, mong ár innan heilsuverkið, og “sett á hillina”, men sum eru strandað í orðunum hjá Cato, sum eg fyrr havi nevnt í yvirførdum týdningi, hevur núverandi landsstýriskvinna í heilsumálum, Siri Stenberg, sett ein arbeiðbólk, sum er ein sokallaður “breiður” bólkur við sera ymiskligum fortreytum sum telur uppímóti hálvthundrað limir.
Vit – 50.000 føroyingarnir – bíða nú við áhuga inntil hesin rúmligi bólkur hevur gjørt sínar niðurstøður og komin við semjum um, hvussu fram eigur at farast, so at okkara lítla land við okkara trimum smáu sjúkrahúsunum kann virka við skili og spenningur er, hvat tey koma at borððreiða við.
Las fyri einum tveimum árum síðani eina grein í Børsen: “Har I råd til dårligt samarbejde”. Har kom greitt fram álvarsemið í ikki at duga at samastarva. Ein av niðurstøðunum var: “Samarbejde er en disciplin, der skal trænes bevidst”. Víðari verður sagt: ”Det er vores påstand, at de organisatoriske transformationer, som skal få vores samfund gennem krisen, kun kan gennemføres ved en bevidst indsats, der sætter fokus på krenedisciplinen – samarbejde”! – Her fari eg – við bestu vónum - at leiða hugin á samstarvið millum Landssjúkrahúsið, Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús.
Búningartíð og royndir skulu ofta til
Kanska hava okkara leiðslur, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, embætisfólk og ávísir politikarar lært nakað av søguni, sum mangan hevur verið óheppin og verið við til at niðurbróta heldur enn at byggja upp.
Búningartíð og royndir skulu ofta til, fyri at tað til síðst skal eydnast. – So eg fari at enda við at ynskja okkara breiða “kvalifiseraða” bólki, ið skal geva okkum “Menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið” góða eydnu og eitt sterkt sjúkrahúsverk, sum tænir okkara landsmonnum bæði í høvuðsstaði og úti um landið.
Flaggdagin 2016 (samandráttur av greinum I-V)
Jógvan við Keldu