Kyndil, Neistin og H71 hava fult stigatal í SMS kvinnudeildini eftir dagsins dystir.
Tey trý liðini vóru stórir favorittar, og hóast mótstøðuliðini argaðu, gjørdist talan um trivaligar sigrar til feløgini í høvuðsstaðarøkinum.
##ms##
Neistin mátti, eins og H71 og VÍF frammanundan, ásanna, at StÍF hevur eitt gott álop. Tað skal kanska bara rigga í meira enn ein hálvleik. Eftir ein málríkan fyrra hálvleik var støðan 14-13 til Neistan, ið hevði trupulleikar at steðga Haruka Gima, sum skoraði átta ferðir í fyrra hálvleiki. Men hinumegin á vøllinum svaraði Marjun Danberg aftur við somuleiðis átta málum í fyrra hálvleiki.
Neistin fekk fatur á StÍF-álopinum í seinna hálvleiki, og við einum korterið eftir fór munurin av álvara at økjast. Tað endaði við tryggum 30-23 sigri til Neistans.
Neistin - StÍF 30-23 (14-13)
Neistin: Marjun Danberg 11, Sólbjørt Høj 7, Frida H. Jacobsen 3 (1), Ingunn K. Persson 3, Stina Madsen 3 (1), Brynja Høj 2, Barbara Johannesen 1.
StÍF: Haruka Gima 11 (1), Karina B. Høgnesen 4 (1), Mao Otani 3, Guðrið Ellingsgaard 3, Yuika Kurimoto 2.
VB leyp hvøkk á eftir steðgin
Í Vági var VB væl við ímóti stórfavorittunum úr Kyndli. Kyndil var farið suður uttan Báru Krossteig Hansen og Turið Arge, men Súna Krossteig Hansen var við fyri fyrstu ferð í ársins landskapping.
Kyndil hevði leiðsluna fyri tað mesta og var eisini á odda við trimum í steðginum.
Men fyrstu løtuna eftir steðgin kom hvøkkur á gestirnar. Fyrstu átta minuttirnar av seinna hálvleiki skoraði VB seks ferðir ímóti einum, og var nú á odda 15-14.
Men sóu vágbingar ikki sensasjónina. Kyndil tók um endan aftur við trimum skjótum málum og høvdu økt heilt upp í 27-19, tá ið dysturin var av.
VB - Kyndil 19-27 (9-13)
VB: Gurið K. Augustinussen 6, Sofia Schrøter 4, Vladana Lazendic 4, Durita K. Hjelm 2 (2), Torgerð Suðuroy 1, Bára K. Mortensen 1, Vár Brattalíð 1.
Kyndil: Ásleyg Súnadóttir 10 (2), Bjarta Johansen 6, Natasja Hammer 3, Súna Krossteig Hansen 3, Sólja Poulsen 2, Beinta Bárðardóttir 1, Bjørt Krossteig 1.
H71 fekk ikki trupulleikar av Stjørnuni
Í Klaksvík fylgdi Stjørnan við í góðar 20 minuttir ella so, áðrenn H71 fekk lagt sjógv ímillum. Eftir 16-9 í hálvleikinum, økti H71 upp í tíggju mál á muni beint eftir steðgin. Tann munurin helt sær til leiklok. Tá vísti talvan 29-19 til H71.
Stjørnan - H71 29-19 (9-16)
Stjørnan:Andjela Josipovic 6, Maria Biskopstø 2, Ella L. Samson 2, Katrin Bertholdsen 2, Oddvør Josephsen 2, Sonja Sirdal 2, Tóra Norá 2, Joan Sørensen 1
H71: Maria H. Weyhe 6 (1), Jana Mittún 5, Marita Mortensen 3 (1), Inga Maria Joensen 3, Eva Barba Arge 3, Brynhild Pálsdóttir 2, Sunniva Bogadóttir 2, Lív B. Zachariassen 2, Birita Mortansdóttir 2, Elsa Egholm 1.
SMS kvinnur (hsf.fo):
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Kyndil | 3 | 86 | 54 | 32 | 6 |
2 | H71 | 2 | 66 | 48 | 18 | 4 |
3 | Neistin | 2 | 56 | 39 | 17 | 4 |
4 | VÍF | 2 | 47 | 54 | -7 | 2 |
5 | VB | 2 | 35 | 53 | -18 | 0 |
6 | StÍF | 3 | 79 | 97 | -18 | 0 |
7 | Stjørnan | 2 | 37 | 61 | -24 | 0 |