Tað tykist, sum eru hópin av ungum føroyingum farnir av húsum, nú festivalur er á skránni á Amager Strand.
Fyri løtu síðani fór Signar á Homrum á pallin, og tá streymaði til av ungum fólki – fleiri teirra við barnavognum og –stólum.
Lítla daman, sum er á myndini, hevur mammu úr Vestmanna og pápa úr Havn, og í mun til foreldrini, so hevði hon fingið sær oyrnavernd, so hart ljóðandi tónarnir ikki skuldu oyðileggja náttarfriðin.