Mikukvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2020, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2020 verður á Hotel Brandan. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.
Her sært tú hvør er tilnevndur sum ársins venjari hjá kvinnum og monnum:
Tilnevndir til ársins venjari hjá kvinnum:
Aleksandar Djordjevic, KÍ
Súni Olsen, B36
John Petersen, HB
Tilnevndir til ársins venjari hjá monnum:
Jens Berthel Askou, HB
Jákup Martin Joensen, EB/Streymur
Glenn Ståhl, NSÍ
FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum. Byrjað verður at senda klokkan 20.