Tey taka móti svimjarunum

Svimjararnir lupu á bláman í Havn klokkan 16, og verða væntandi úti í Nólsoy um 17.30-tíðina.

Og í Nólsoy eru tey klár at taka ímóti. Nógv fólk eru tengd at Ovastevnuni, og uttan sjálvbodna hjálp hevði slett ikki borið til at havt nakra stevnu. Og soleiðis hevur tað verið líka síðani fyrstu Ovastevnuna í 1993.

Nú, beint áðrenn svimjararnir fara at koma á land so smátt, eru hjálparfólk klár at taka ímóti. Eisini Evy Nielsen, sum her er avmyndað á keiini framman fyri Dianu Victoriu, bátinum, sum Ove Joensen róði í úr Nólsoy til Langelinje fyri 25 árum síðani.