Tað er tann ólærda verkafjøldin, sum er nógv harðast rakt, nú arbeiðsloysið aftur er farið at veksa.
Tað er niðurstøðan hjá Sonju Jógvansdóttir, samskipara í Samtaki.
Hon er farin í dýpdina við teimum nýggjastu hagtølunum frá Hagstovuni og ALS fyri gongdini í arbeiðsloysinum seinastu tíðina.
- Tølini vísa, at tað eru heili 80% av øllum teimum arbeiðsleysu, eru ólærd verkafólk.
Men hon staðfestir, at í grundini eiga tey, sum bara hava eina miðnámsútbúgving, eisini at roknast uppá tað ólærdu arbeiðsmegina, tí ein miðnámsútbúgving er ongin útbúgving sum so.
- So verður alt tikið við, eru kanska eini 90% av øllum teimum arbeiðsleysu ólærd arbeiðsfólk, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Ræðast gongdina
Hon sigur, at tað eru allar orsøkir til at stúra fyri gongdini og støðuni.
Serliga hugsar hon um, at hóast tey ræðandi tølini vísa, at næstan øll tey arbeiðsleysu í Føroyum í løtuni eru tey ólærdu verkafólkini, dugir samskiparin í Samtaki ikki at fáa eyga á nøkur serlig tiltøk fyri at fáa tey aftur til arbeiðis.
- Vit hava fingið eina ALS skipan, sum er rættiliga góð. Men eg sakni, at landsins myndugleikar nú eisini taka tey næstu stigini, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon sipar til, at hon sær onki til ætlanina, sum javnan hevur verið tosað um førleikamennandi skeið fyri tað ólærdu verkafjøldina.
Hon staðfestir, at ALS ger nakað við at førleikamenna verkafólk. Men hon heldur, at støðan við arbeiðsloysistølunum vísir, at tað munar alt ov lítið og at tað tí er neyðugt, at vit fara undir eina veruliga, skipaða og miðvísa, førleikamennandi ætlan.
Og hon heldur avgjørt, at hetta er vegurin fram, tí tað eru fá leys størv at søkja og verður hugsað um størv til ólærd, kunnu tey teljast á aðrari hondini.
Gongd á virksemi
Men hon heldur eisini, at tað er alneyðugt, at tað almenna ger sítt til at fáa arbeiðsloysið niður við at seta arbeiðsskapandi íløgur í gongd.
- Eg haldi, at alt ov lítið er gjørt á hesum øki, tí tølini vísa okkum, at bæði hjá landinum og hjá kommununum, eru tað tey ólærdu verkafólkini, sum missa arbeiðið í stórum tali.
Men so heldur hon eisini, at førleikar og starvsroyndir hjá fólki eiga at telja meiri enn tey gera, tá ið størv verða sett, heldur enn leggja allan dentin á formligar útbúgvingar.
- Hetta er ein gongd, sum er vanlig í londunum rundanum okkum, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Trý stig
Sostatt heldur hon, at stríðið ímóti arbeiðsloysinum skal vera á trimum økjum.
- Í fyrsta eiga vit at seta tiltøk í verk, sum forða fyri, at arbeiðsloysið veksur. Í øðrum lagi eiga vit at fáa fleiri útbúgvingar í Føroyum og og triðja lagi eiga vit at fáa eina skipaða førleikamenning.
Men hon heldur, at tað verður ikki nóg nógv gjørt á hesum øki og hon dugir ikki at síggja nakað ítøkiligt beint fyri framman, sum kann venda gongdini.
- Tað tykist sum tað einasta, vit seta okkara álit á, er vónin um, at fiskastovnarnir koma fyri seg aftur og bjarga støðuni.
Hon sigur við øðrum orðum, at hóast landsins myndugleikar hava boðað frá arbeiðsskapandi tiltøkum, lekur ímillum teori og praksis, tí hon dugir ikki at síggja at nakað serligt er hent á hesum øki.
Men samskiparin í Samtaki heldur ikki, at tað er nóg mikið.
- Eg haldi, at sum framkomið samfelag eiga vit at hava so fræg stýringsamboð, at vit fáa lagt upp fyri sveiggjunum í búskapinum, tí vit vita, at tað gongur upp og niður.
- Fáa vit ikki tamarhald á støðuni, stúri eg fyri, at vit missa alt ov nógv fólk av landinum, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Les eisini greinina: Ræðast vøksturin
í arbeiðsloysinum
hjá ungdóminum
TALVA 13
Hendan talvan talar sítt týðiliga mál: Tað eru tey ófaklærdu, sum betala næstan allan prísin, nú arbeiðsloysið er farið at veksa. Heili 80% av teimum arbeiðsleysu eru ólærd verkafólk. Men ein tey við miðnámsútbúgving, átti eisini at verðið tald upp í tann bólkin og verða tey tað, standa tey ófaklærdu fyri umleið 90% av arbeiðsleysu fjøldini










