Leygardagin 19. mai verður fyrsta konsertin í nýggja snotuliga skúlanum á Velbastað. Kórið Sólarmagn, við sangarum úr Kirkjubø og av Velbastað, fer saman við tónleikarum at framføra eina fjølbroytta skrá.
Kórið Sólarmagn varð sett saman til hátíðarhaldið, tá nýggi skúlin varð tikin í nýtslu seinasta summar. Og tað steðgar ikki, men syngur og syngur alsamt. Navnið »kórið Sólarmagn« sigur, at tey halda seg hava ávíst tilknýti til ungmannafelagið Sólarmagn, sum varð stovnað í 1895. Kórið hevur eisini sungið til guðstænastur í Kirkjubøar kirkju. Leiðari tess er Fróði Sandoy á Velbastað.
Málsnillingar
Kórið fer at syngja sangir úr mongum londum. Søgur um kærleika, hepnan eins og óhepnan, verða sagdar á íslendskum, donskum, schwyzerdütsch (sveisiskum týskum) og norskum. Saman við einum strúkaraensemble fer kórið at syngja Bellman.
Lívsgleði verður staðfest í einum enskum madrigali, eisini við strúkarum. Hægri maktir verða lovaðar á amerikanskum og hitt klára, góða vínið verður prísað á góðum fronskum máli. Tungt arbeiði í Afrika verður lýst í einfaldum ljóði.
Og saman við Palla Hansen fer kórið at syngja sálmakendu vísuna Rättnu min tid, sum Olle Adolphson gjørdi til ein leik hjá kekkanum Oldich Dank.
Velbastaðmenn og Kirkjubøingar eru millum tey fáu her á fold, sum duga indo-evropeiska málbrigdið føroyskt. Tað kynstrið verður víst í einum tyssi av songum um alsk til náttúru og føðiland.
Sangsókn
Sangur og kvøðing hava verið og eru týðandi ítriv vestanfyri fjallið. Góður føroyskur dansur hevur livað í bygdunum báðum gjøgnum nógv ættarlið. Kvøðararnir hava borið nógv av gamla sniðinum við sær nærum fram til okkara dagar. Og útvarpið eigur tíbetur upptøkur av til dømis sitandi kvøðing á Velbastað. Nógv hevði kanska verið mist, um ikki so var.
Nógv sálma- og vísuløg eru niðurskrivað eftir fólki heimanfyri, serliga hava feðgarnir sálu, Wenzel og Juul Andreasen verið við at varðveita stóran part av hesum mentanararvi.
Konsertin verður í Velbastaðar skúla leygardagin 19. mai kl 17 og fer at vara 1 tíma. Atgongumerki fyri kr 50 fáast við dyrnar. Børn sleppa inn ókeypis.










