Tey syngja fyri lívinum í Nesvík

Sangskeiðið hjá Heimamissiónini savnar sangarar úr øllum landinum í viku um heystið. Á sangskeiðinum í ár venja tey m.a. eitt stórsligið norskt verk

 

Sangskeið

Eini 180 sangarar, 90 børn og umleið 10 hjálparfólk av ymsum slag fylla hesa vikuna Leguhúsið í Nesvík. Tað eru heldur ikki bara børnini, sum geva ljóð frá sær hesar dagarnar. Á skránni hesa vikuna er nevniliga sangskeiðið hjá Heimamissiónini. Sangskeiðið hevur verið á hvørjum ári síðani einaferð í sjeytiárunum, og í ár var mettár viðvíkjandi tilmelding. Av ymsum orsøkum komu ikki øll, sum høvdu ætlað sær, men einir 180 sangarar er heldur ikki einki.

Yngstu luttakararnir á sjálvum skeiðinum ganga í 8. flokki, og tann elsti luttakarin er omanfyri tey hálvfers. Hetta merkir eitt tað er eitt sera breitt og fjøllbroytt lið av sangurum, sum eru savnaðir í Nesvík hesa vikuna, greiðir Hans Jákup Hansen frá. Hann er leiðari fyri sangskeiðið í ár. Sjálvur sigur hann, at tað krevur so mikið av fyrireiking og samskipan, at hann sjálvur ikki luttekur í sangvenjingunum.

Til at leggja teimum mongu sangarunum lag á, so hava fyrireikararnir leitað sær til Norra eftir serkønari hjálp. Tað eru teir báðir, Martin Alfsen og Leon Thorp Nielsen. Hesir eru báðir víðagitnir innanfyri kórsang í Norra og aðrastaðni við. Báðir hava teir sínu egnu kór, sum teljast millum tey frægastu í Norðanlondum.

Sangskeiðið snýr seg í orðsins rætta týdningi um at syngja og at læra meira um at syngja.Venjingar eru fleiri ferðir um dagin, har allir sangararnir eru savnaðir. Fyri tað mesta er alt tað stóra kórið savnað, og dúgliga verður vant. Eisini er pláss fyri at vera eitt sindur sosialur ella sosial, og eisini eru møtir á skránni hesar dagarnar, har tað eru gestakór og talarar uttanifrá, sum vitja. Ikki er pláss fyri øllum í Leguhúsinum, so tey hava eisini lánt okkurt hús í grannabygdunum.

Við sær í skjáttuni úr Norra hava Martin og Leon eisini eitt rættiliga nýtt verk, sum kallast fyri ?sjey døgn í Jerusalem?. Hetta verki venja luttakararnir á sangskeiðinum eisini. Tá Sosialurin vitjaði vóru tey í holt við at venja hetta verkið, sum í veruleikanum er eitt verk fyri tvey kór. Teksturin er týddur til føroyskt, og henda dagin vit vitjaðu stríddist stóra kórið ella kórini við at venja partar av verkinum.

Hans Jákup Hansen greiðir frá, at verkið er rættiliga fjøllbroytt hvat viðvíkur stíli. Hetta ger eisini, at hetta verkið eins og sangskeiðið er ein avbjóðing fyri øll.

Endabresturin á sangskeiðinum verður leygarkvøldið klokkan 19., tá ein konsert verður í Vesturkirkjuni í Havn. Har verða partar av ?sjey døgn í Jerusalem? umframt onnur verk sungin.