Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer nú at broyta lógina, so at tað verður eitt krav, at tey, sum selja fýrverk, eisini skulu selja verndarbrillur og kanska aðra trygdarútgerð við. Tað hevur hann greitt Bergtóru Høgnadóttir Joensen frá.
Hon heldur ikki, at tað er rætt, at tey, sum selja fýrverk ikki mangan ikki hugsa um eisini at hava trygdarbrillur til taks.
Tað er ikki nøktandi at ganga handil úr handli eftir trygdarbrillum, men tilfánýtis, tí ongar fáast til keyps.
Hon staðfesti, at hóast fýrverk hevur eina datomerking, men brillur halda sær ár um ár, var mest sum ógjørligt at fáa fatur á brillum í nøkrum handli í ár. Tey seldu bara fýrverk, men ongar brillur
Hon sigur, at hetta kann tykjast at vera eitt lítið mál, men tað halda neyvan tey, ið missa sjónina, ella fáa aðrar skaðar av fýrverki.
Hon heldur eisini, at tað er óheppið, at summi skjóta nýggjárið inn í fleiri dagar.









