Tey sum hava nóg mikið kunnu geva øðrum

Maud Wang Hansen savnar eisini pening inn til átakið Meðan vit bíða.

Maud Wang Hansen, fyrrverandi forkvinna í Føroya Pedagogfelag, hevur eisini játtað at savna pening inn til børn í fátækaváða. Hon sigur, at tað er so sera týdningarmikið, at børn í Føroyum hava góð kor.

 

Les eisini Skulu savna pening inn til fátøk          

 

- Tá politiska skipanin ikki tekur ábyrgd, so er tað gott, at onkur annar ger tað, meðan vit bíða. Og eg haldi tað er so sera umráðandi, at vit føroyingar taka hendan trupulleikan í álvara, og royna at gera nakað við trupulleikan, sigur hon.

 

Sum hini, ið samla pening inn, fer eisini Maud Wang Hansen at tosa við vinir og kenningar um at lata eitt oyra.

Eg fari fyrst og fremst at heita á tey, sum eg kenni, um at stuðla átakinum. Og so haldi eg vit øll skulu varpa ljós á, at tey, sum hava nóg mikið, kanska kunnu hugsa um at lata, og stuðla børnunum. 

 

Les eisini Vón er fyri framman

 

Les eisini Umráðandi at vit øll hava gott

 

Les eisini Mugu varpa ljós á