Tey, sum eru ringast fyri, fara nú at fáa hægri oljustuðul enn samgongan upprunaliga ætlaði. Samgongan ætlaði, at tey, sum eru ringast fyri, skulu fáa ein oljustuðul upp á 7.000 krónur. Men nú hevur Løgtingið samtykt, at stuðulin skal vera 10.000 krónur.
Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur havt málið til viðgerðar og nevndin er samd um, at tað hevur avgerandi týdning at fáa málið avgreitt, so at oljustuðulin kann verða goldin skjótt. Nú uppskotið er samtykt, fer Almannverkið at lýsa í miðlunum, so at fólk fáa høvi at søkja og um tvær tríggjar vikur verður tann fyrsti stuðulin goldin.
Trivnaðarnevndin hevur fingið upplýst, at stór óvissa valdar um oljuprísin í komandi tíðum. Alt eftir hvørjar fortreytir verða brúktar, koma summir greinarar til ta niðurstøðu, at prísurin fer at hækka nógv afturat, men aðrir greinarar meta, at prísurin kann lækka eini 30 prosent.
Trivnaðarnevndin sigur, at tá ið stuðulin upprunaliga varð settur til 7.000 krónur, var tað tí, at mett var, at útreiðslurnar til olju vóru hækkaðar 1.000 krónur um mánaðin síðani í februar - og frá februar til september eru sjey mánaðir og tað gevur so 7.000 krónur í stuðuli
Men Trivnaðarnevndin sigur, at tað er einki sum bendir á, at støðan fer at batna hesa næstu tíðina. Tí heldur nevndin, at upphæddin eigur at verða roknað fyri allar mánaðirnar í árinum síðani februar. Sostatt mælti nevndin Løgtinginum til at hækka stuðulin upp í 10.000 krónur – og tað hevur Løgtingið samtykt í kvøld.
Trivnaðarnevndin heitir annars á landsstýrið um at fylgja væl við støðuni og at hava uppskot klár, ið tryggja livikorini, serliga hjá teimum við lág- og miðalinntøkum, um støðan stendur við ella versnar.











