Stuldur
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Tað verður stolið úr viðførinum, ið er tjekkað inn á flogvøllinum í Kastrup. Serliga eru tað virðismiklir lutir so sum teldur, fartelefonir og smúkkur, ið er væl umtókt sum tjóvagóðs. Tað eru sostatt ikki ferðafólk, ið stjala frá hvørjum øðrum í hesum føri, men starvsfólk á flogvøllinum í Kastrup.
Stjórin á Atlantsflog, Magni Arge, ásannar at trupulleikar hava staðist av stulduri, ið verður framdur á viðføri ávegis til Føroya, sum verður tjekkað inn á Kastrup flogvølli.
- Vit høvdu nakrar trupulleikar av tí, serliga í heyst, har tað so hevur verið meldað til løgregluna. Hann skoytir upp í, at tað ikki er nakar serføroyskur trupulleiki, og at tað er nakað, ið fer fram á flogvøllum kring heimin.
Per Levring, leiðari á deildini hjá Atlantic Airways í Kastrup, váttar somuleiðis trupulleikan.
- Yvir eitt tíðarskeið her fyri kom regluligur stuldur fyri. Vit meldaðu tilburðirnar til ein handlingsagent, sum so meldar slíkar tilburðir til løgregluna á flogvøllinum, greiðir hann frá. Síðan hevur tað verið friðarligari við stulduri.
Hann sigur, at tað, sum verður stolið, eru virðismiklir lutir, so sum smúkkur og tøkniligir lutir. Men hann hevur eingi tøl yvir, hvussu ofta hesir tilburðirnir verða meldaðir, men vísir í staðin til løgregluna á flogvøllinum.
- Eg vil ikki siga at hetta er ein vanligur trupulleiki, men tað kemur fyri. Vit viðmæla øllum okkara ferðafólkum at hava virðismiklar lutir í handviðførinum, fyri at sleppa undan tjóvaríið, sigur Per Levring.
Tryggingarfelagið heldur eyga við
- Tað kemur fyri, at vit fáa fráboðanir frá føroyingum, ið sakna lutir í kuffertinum, tá tey fáa tað aftur. Og vit eru obs uppá trupulleikan, sigur Helgi L. Petersen frá Tryggingarfelagið Føroyar.
- Um eg skal gita, vildi eg sagt, at tað kemur fyri millum 10-20 ferðir um árið, men tað er torført at siga nágreiniliga, tá vit ikki hava nøkur nágreinilig tøl fyri hesar tilburðirnar, sigur hann.
Tryggingarfelagið Føroyar hevur ongar treytir fyri hvat skal tjekkast inn, tá ferðafólkið skal á ferð, og vísir á reglugerðina fyri ferðatryggingar, har virðismiklir lutir skulu vera í handviðførinum, og ikki skulu tjekkast inn saman við restini av viðførinum.
Hvørki løgreglan í Kastrup ella í Havn var at fáa fatur í í dag, sum annars kundi kastað ljós yvir júst hvussu ofta stuldur verður framdur á viðføri hjá ferðandi um Kastrup flogvøll.