AC Milan, Manchester City og Juventus eru bert nøkur av teimum feløgum, sum vilja knýta danska Simin Kjær at hópinum. 20 ára gamli verjuskiparin hevur ment seg við rúkandi ferð, tíðani hann skifti til Palermo frá FC Midtjylland. Enn er talan tó ikki um ítøkiligar fyrispurningar, og sum skilst, er Palermo ikki áhugað í nakrari sølu her og nú.









