Lag: Nánd
Nú klandrast tey stóru um hvat, ið er list,
og hvør, ið skal fáa av køkuni fyrst.
Hvønn annan tey kákstrúka leingi og væl,
í egnari fávitsku liva sæl.
Og Ólavur stendur í Beitinum enn,
og nú er hann illur og gríslar tenn.
Um Róa eg bað til gubba hjá mær,
úr grunninum peningur játtaður varð.
So gávuleys Dagny nú situr í dag,
tí einki tað dugir, hon festir á blað.
Hann Jensen, hann dugir nógv betur enn øll
at skriva um fananskap, devlar og trøll.
Og Kinna er sessast á ovastu rók
at døma um list, tí hon er so klók.
Frits er amatørur, tað vita hann skal,
og tí kann hann ongantíð mála væl.
Og Jústinus roynir at skriva um Kaj,
men Ebba í fimmara svarar nei,
tað er ikki skaldskapur, góðtak nú tað,
far heldur og skriva í onkrum blað.
Og Rói er komin í svárastu neyð,
hann vil ikki skaldunum sýta breyð.
og næstu ferð fáa øll - sum nú er kraft,
so kanska tey halda at enda kjaft.
Klumman hjá Høgna er lítil men góð,
hon sigur tað, ið millum linjurnar stoð.
Og kemur so onkuntíð Klumman í bók,
tá sett verða skald - øll - í skammikrók.
Ein skurvutur skari nú stendur á rað,
og fellur for Róa nú niður á knæ
og bønar og biður: Tú styrkin veit mær,
so skal eg í bløðunum rósa tær.
Nú skaldini royna at finna út,
hvør størstur man vera, men vita ei av,
at tíðin tann nógv besti dómari er,
tí tænir alt klandrið als ongum her