Tey stóru koma til

Komandi tvær vikurnar skulu hópin av dystum í Coca-Cola kappingini í hondbólti avgreiðast

 

Hondbóltur


Hondbóltslandskappingin fyri veturin er longu komin fjórðings leið, og nú verður so eisini farið í holt við steypakappingina. Tað sonevndu Coca-Cola kappingina.

Eftir at veikaru liðini í landinum hava spælt dystirnar í fyrsta umfarinum, verður nú farið undir annað umfar, har liðini í bestu mans- og kvinnudeildunum eisini skulu taka lut.


Lutakast um, hvussu liðini skulu hittast, var um vikuskiftið, og niðanfyri sæst, hvørjir dystir verða á skránni hetta umfarið.

Sum lesarin helst sær á dystaryvirlitinum, so kemur ikki fyri, at tvey lið úr bestu deildini skulu spæla ímóti hvørjum øðrum. Hetta kemst av, at Hondbóltssambandið hesi fyrstu umførini tilskilar sær rætt til at styrkismeta liðini, soleiðis at sleppast kann undan, at eitt nú Neistin og VÍF hjá monnum ella VÍF og Stjørnan hjá kvinnum bresta saman alt fyri eitt. Ikki fyrr enn til hálvfinalurnar verður talan um reint lutakast.

HSF ásetur ikki leikdagar fyri dystirnar í øðrum umfari, men tó verður álagt feløgunum at hava avgreitt dystirnar áðrenn 1. desember.

Dystirnir eru hesir:


Kvinnur:

Sóljan I ? Neistin III

Stjørnan III ? Stjørnan I

Tjaldur III ? Kyndil I

Kyndil III ? Neistin I

VÍF II ? VÍF I

Kyndil II ? Tjaldur II

VB II ? VB I

Neistin II ? StÍF I


Menn:

StÍF I ? VB II

VÍF I ? Kyndil II

Kyndil a III ? H71 I

Neistin a III ? KÍF I

Tjaldur I ? H71 a III

Neistin I ? VÍF II

Kyndil I ? KÍF a III

StÍF II ? Neistin II