Tey stúra fyri framtíðini

– Tað er ikki bara korona, sum fær tey at stúra

Higartil eru vit komin hampuliga væl ígjøgnum koronakreppuna, men framtíðarútlitini eru óviss. Tað siga tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag, í eini fráboðan í dag. Men tey leggja afturat, at tað er ikki bert korona, ið skapar óvissu, men eisini onnur viðurskifri.

Eitt nú mangla vit vinnuligar avtalur við onnur lond, men harumframt hava vit heldur ongar langtíðarætlanir fyri virksemið hjá landinum og kommununum.

Tey vísa á, at føroyska samfelagið var væl fyri at taka ímóti avleiðingunum av koronafarstóttini tíðliga í hesum árinum, og sum heild hava avleiðingarnar av koronu ikki verið so stórar fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.

Annars hevur ferðavinnan, og aðrar vinnur, verið hart raktar, og tað hevur útflutningurin eisini, tí fleiri marknaðir stongdu, beint eftir at koronafarsóttin breyt út.

– Útlendsku marknaðirnir eru so smátt latnir upp aftur, men marknaðirnir eru framvegis nógv ávirkaðir av koronastøðuni, og hvussu leingi hetta fer at vara, er sera óvist í løtuni.

– Omaná hesa óvissuna, kemur óvissan um fiskirættindi og marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur uttanlands, umframt óvissan um hvørjar íløguverkætlanir verða settar á skránna í føroyska samfelagnum komandi árini, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

– Fiskivinnuavtalan ímillum Føroyar og strandalondini gongur út um ársskiftið, og Føroyar hava heldur onga nýggja avtalu fingið við Stórabretland, nú Stórabretland fer úr ES á nýggjárinum.

– Langtíðaríløguætlanirnar hjá landinum vórðu fyribils tiknar av skránni í vár, og tær eru ikki settar á skránna aftur.

 – Óvissa er ein natúrligur partur av tilverugrundarlagnum hjá vinnuni, men í løtuni er óvissan um framtíðar­útlitini hjá føroysku vinnuni í størra lagi, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

 Tey halda, at tað fer at krevja gott politiskt handalag, og dugnasemi, at stýra føroyska samfelagsbúskapinum frameftir, soleiðis at land og kommunur ikki høgga bremsurnar í, nú niðurgongd og færri skatta- og avgjaldsinntøkur hómast fyri framman, sigur Arbeiðsgevarafelagið.