Vagnur Michelsen, sum hevur heimasíðuna Hvannrok.fo, skrivar nú um dagarnar, at hann heldur fólk fara illa við standmyndini av Nólsoyar Pálli, sum stendur í Vágsbotni í Havn.
- Á Facebook hava nøkur fólk – millum annað nakrir útisetar - í seinastuni háðað og spottað vøkru standmyndina av sjógarpanum og undangongumanninum Nólsoyar Pálli, sum stendur í Vágsbotni, skrivar Vagnur Michelsen.
- Fólkini á Facebook sammeta standmyndina av Nólsoyar Pálli við standmynd av onkrum donskum “shufti”. Hetta er beinleiðis vánaligt.
Vagnur Michelsen trívur í søguna um Nólsoyar Páll, sum hann heldur var ein, ið slóðaði fyri.
- Eingin ivi er um, at Nólsoyar Páll var undangongumaður, og tað er júst slíkar persónar lítil tjóð sum Føroyar hava brúk fyri. Tað lystir meg at vita, hví persónar brúka orku og tíð at háða og spotta Nólsoyar Páll og standmyndina í Vágsbotni. Og serliga útisetar, sum sita uttanlands við telduna og senda “negativar” pílar í hjartað á okkara samfelag. Teir máttu havt annað at tikið sær til, og okkurt má níva djúpt í sálargreinunum hjá slíkum persónum, skrivar Vagnur Michelsen á heimasíðuni Hvannrok.fo










