Tað vóru nøkur, sum ikki trúðu upp á, at ætlanin at byggja ein langhyl í Vági fyri pengarnar, tey høvdu at arbeiða við, fór at eydnast.
Tað ásannaðu Dennis Holm og John Henrik Holm, sum eru tveir av stigtakarunum til Pálshøll.
Á hátíðarhaldi í Pálshøll í morgun, í sambandi við at Pálshøll nú er tikin alment í nýtslu, staðfestu teir, at tað vóru nøkur, serliga serfrøðingar í Havn, verkfrøðingar og arkitektar, sum tvíhildu um, at tað bar ikki til at byggja ein langhyl fyri hasar pengarnar.
- Teir førdu enntá fram, at hetta var at halda fólk til rukku at siga, at ein høll við langhyli kundi byggjast so bíliga, sum ætlanin var.
- Vit vórðu kallaðir fyri ”glaðir amatørar”, sum ikki høvdu skil fyri bygging, leggja teir afturat.
Víst varð eisini á, at í Danmark vistu teir um eina høll við langhyli, sum kostaði 35.000 krónur fermeturin at byggja.
Í Havn hevur verið arbeitt við einum langhyli, sum verður mettur at kosta 38.000 krónur fyri fermeturin.
Les eisini: Eitt talandi dømi um at alt ber til
Pálshøll er 2.240 fermetrar til støddar og skuldi sostatt kosta onkustaðni ímillum 80 - 85 milliónir krónur at bygt.
Men hon kostar 20 milliónir, nú hon er liðug, ella 9.000 krónur fyri fermeturin, sum er ein fjórðingur av tí, slík bygging vanliga kostar.
Teir staðfestu kortini, at hetta hevði ikki borið til, uttan við góðum stuðuli frá lokalum arbeiðstakarum, sum hava bygt fyri serprís.
Og ikki minst hevur tað ikki staðið á at fáa sjálvbodna arbeiðsmegi tá ið brúk hevur verið fyri tí til arbeiði av øllum møguligum slagi, bæði til planera, fylla út, bjálving, máling, gólv, hillar, listar, klædning, reingerð og mangt annað.
Men tað læt seg eisini gera, tí at tey hava havt ein grótharða byggileiðslu, har allir smálutir hava verið endavendir í eini roynd at gera tað bíligari, uttan at gera seg inn á dygdina í verkætlanini, siga Dennis og John Henrik Holm.
Samstundis hava tey eisini hugsað øðrvísi, tí nógv, sum er keypt til høllina, er keypt á uppboði ymsastaðni, eitt nú innbúgv og útgerð, har sumt er nýtt, annað er brúkt.
Hinvegin halda teir eisini, at alt hetta merkir so eisini, at høllin hevur eitt ógvuliga trygt, lokalt kjølfesti, tí tað munnu vera mong, sum føla seg at eiga ein part av æruni fyri, at hon er vorðin til veruleika.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá hátíðarløtuni í morgun, tá ið Pálshøll, alment varð tikin í nýtslu